Hálvur annar tími til níggju startir

Kappróður: Formaðurin í RSF, sum iðrar seg um, at tað gekk so long tíð, áðrenn fyrstu bátarnir fóru avstað, heldur ikki, at undirtøka hevði verið fyri at allar kappingarnar skuldu verið á eitt túsund metrum

Eftir jóansøkuróðurin, sum var í Vági síðsta leygardag, er kappróðrarárið 2000 hálvrunnið. Tríggir FM róðrar eru fingnir frá hondini, og tríggir eru eftir. Tað verður róð aftur komandi leygardag á Kollafirði, so verður eitt vikuskifti lagt burtur ímillum, áðrenn vestanstevnan verður í Vestmanna, og so verður gloppið aftur ein vika, áðrenn tann stóra finalan verður á ólavsøku.

Felags fyri tær tríggjar kappingarnar, sum higartil hava verið, er, at tær hava verið so væl eydnaðar, sum tað sjáldan er komið fyri áður.

Veðrið kunnu vit einki gera við. Hesa ársins tíðina er tað lagaligari við okkum, enn bæði seinni og fyri á árinum. Kappróðrarhugað minnast kortini, at tað meiri enn so er komið fyri, at veðurumstøðurnar hava verið ófantaligar, tá tað á hásumri hevur verið kappast á firðum, vágum og sundum.

Á norðoyarstevnu í Klaksvík var fínt veður. Sjálvt um tað ikki sá nakað serligt út stutt undan róðrinum á Skálafjørðinum, so tók tað seg upp av tí besta, og aftur leygardagin, tá kappróður var í Vági, vóru veðurumstøðurnar góðar.

Millum jóansøku og ólavsøku er hásummartíð, og vit kunnu tískil loyva okkum at vóna, at tað fer eisini at eydnast væl í teimum trimum kappingunum, sum eru eftir, men royndirnar siga okkum, at tá tú býrt og livir í Føroyum kanst tú ikki rokna við nøkrum, tá tað snýr seg um veðrið.


Misskiljingin

Frá tí at fyrsta startskotið gelti á Vágsfirði, og inntil síðsta 10?mannafarið kom á mál, var hálvur annar tími. Tá vóru seks FM kappingar fingnar frá hondini í øllum góðum, umframt at tríggir nýggir startir høvdu verið. Eina ferð tjóðstartaðu bátarnir, og tvær ferðir var tað tilvitað, at teir lótu manningarnar royna nýggja fasta startin, áðrenn bátarnir vórðu sendir avstað.

Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum, hevur verið íðin talsmaður fyri at fáa samlaðu tíðina, sum fer til kappróðurin, stytta. At tað skal ganga skjótt fyri seg er eitt sjálvsagt ynski. Onkuntíð hevur formaðurin í RSF hoyrt fyri, at hann hevur sagt, at málið má vera, at samlaða tíðin, sum verður brúkt til ein kappróður, skal ikki fara uppum tveir tímar. Og so hevur tað meiri enn eina ferð víst seg í kappingum, at róðrartíðin hevur verið tríggjar tímar og onkuntíð meiri enn tað.

Í Vági var samlaða róðrartíðin so stutt, sum hon sjáldan hevur verið áður. Kortini harmast Hannis Joensen um, at tað ikki gekk uppaftur skjótari. Formaðurin í RSF vísir á, at frá tí at kappróðurin var ásettur at byrja klokkan trý og inntil síðsti róðurin var liðugur, vóru tað knappir tveir tímar.

? Vit fóru ikki undir fyrsta róðurin fyrrenn klokkan var næstan hálvgum fýra. Annars hava vit tey seinnu árini roynt at tátta í, soleiðis at fyrsta startskotið hevur verið so tætt at klokkan trý, sum tað á nakran hátt hevur borið til. At tað ikki eydnaðist hesa ferð komst av einari misskiljing. Fasti starturin var undir grótkastinum. Tað plagar at vera soleiðis, at streymurin til teir báðar hátalararnar, sum startdómararnir brúka, kemur frá bátunum. Hesa ferð hildu vit, at streymurin skuldi koma frá einum lastbili, sum stóð á grótkastinum. Alt var ikki, sum vit høvdu roknað við, og tað tók altso ein lítlan hálvan tíma at fáa hetta upp á pláss, staðfestir formaðurin í RSF.


Ongar broytingar

Tað hevur viðhvørt verið frammi í kappróðrarprátinum, at tað hevði verið best fyri kappróðurin og stevnurnar, um allar bátastøddirnar kappaðust á eitt túsund metrum. Hetta hevði stytt samlaðu róðrartíðina, og tað hevði eisini havt við sær, at umstøðurnar hjá øllum bátunum høvdu verið meiri eins, enn tær kanska onkuntíð eru, tá bátarnir liggja á fimtan hundrað metra málinum og tvey túsund metra málinum.

Formaðurin í RSF sigur, at hann hevur sjálvandi hoyrt um hetta prátið, og tað hevur onkuntíð verið leysliga tosað um tað á onkrum fundi, men hetta hevur ongantíð verið viðgjørt sum eitt mál. Hannis Joensen heldur ikki, at tað hevði verið meiriluti fyri at gera hesa broytingina, um tað hevði komið sum eitt uppskot:

? Mín fatan er, at millum teir, sum kappast á fimtan hundrað metrum og tvey túsund metrum, er tað avgjørt eitt ynski, at tað framvegis verður kappast á longru teinunum, har tað ber til. Vit í RSFhava ongar ætlanir um at broyta hetta. Tað er kanska eitt sindur keðiligt í ár, at tað skiftivís verður kappast á longru og styttru teinunum, men eg haldi ikki, at tað bilar nakað, sigur formaðurin í RSF. Hervið hugsar hann um, at á Skálafjørðinum varð kappast á fimtan hundrað og tvey túsund metrum, og í Vága var bara kappast á eitt túsund metrum. Komandi leygardag verður á Kollafirði aftur kappast á longru teinunum. Í Vestmanna og í Havn verður bara kappast á eitt túsund metrum.

? Eg haldi framvegis, at tað við hollum fyrireikingum ber til at skerja samlaðu kappingartíðina, og tí arbeiðnum skulu vit halda fram við, staðfestir Hannis Joensen.

jh; tykist lítil ivi vera um, at nýggi Havnarbáturin hevur eins góðan møguleika at vinna á komandi stevnunum, sum hinir bátarnir í tøttu kappingini millum 10?mannafør hava.

jh