Hálvur prísur til vinnuna í Suðuroy

Tey krøv, sum Samferðslubólkurin í Suðuroy setir til nýggja Smyril, eru burtur úr vón og viti, sigur Hendrik Old, tingmaður fyri Suðuroy

Nýggi Smyril

Prísurin fyri at flyta farm ímillum Suðuroynna og Havnina, eigur at verða lækkaður.
Tað sigur Hendrik Old, løgtingsmaður og limur í samgonguni.
Hann sigur, at samgongan hevur leingi tosað um at lækka prísin at flyta farm við Smyrli ímillum Havnina og Suðuroynna, so at hann verður ájavnt tað, sum tað kostar at flyta farm um Leirvíksfjørð.
Nú nýggi Smyril kemur, hevur samgongan ikki tosað so nógv um ferðaætlanina.
 Vit hava heldur viðgjørt spurningin um kappingarførið hjá vinnulívinum í Suðuroy og í tí sambandi hava vit umrøtt spurningin um at lækka farmagjaldið.
Hann sigur eisini, at sum heild er samgongan samd um, eitt tað fyrsta punktið at taka upp í sambandi við nýggja Smyril eigur at vera at lækka flutningsgjaldið ímillum Suðuroynna og Havnina og hann.
- Verður nøgdin á farmi óbroytt, fer tað at kosta landinum 2-4 milliónir um árið, men vit eru samd um, at hetta hevur størsta týdning fyri vinnulívið í Suðuroy beint nú. Men økist nøgdin á farmi, kostar tað minni, men vit halda, at vit eiga at sterma eftir at finna fígging til tað fyrst og fremst.
Hendrik Old sigur, at hetta snýr seg ikki bara um møguleikan fyri at flyta fisk og farm til Suðuroyar.
 Hetta snýr seg eisini um at bøta um møgukeikan hjá vinnurekandi í Suðuroy at bjóða seg fram til arbeiði allastaðni í landinum. Men í løtuni er flutningurin av maskinum og stórum bilum so dýrur, at tað skerjir kappingarførið hjá virkjum og fyritøkum í Suðuroy at arbeiða norðanfyri.
Heldur tú ikki at tað hevur týdning at Smyril økir túratalið ímillum Suðuroy og Havnina?
 Eg eri greiður yvir, hvussu stóran týdning, tað hevur at økja túratalið. Men eg meti, at í fyrstu atløgu hevur tað størri týdning at farmaprísurin lækkar.
Hendrik Old heldur annars ikki, at tað er rætt at leggja skip og manning undir trýst beinanvegin skipið kemur, nú uppundir vetur.
 Lat okkum fáa veturin afturum, so at manningin fær vant seg við skipið, uttan at liggja undir trýstið, so kunnu vit taka spurningin um ferðaætlanina uppaftur seinni. Tað er ongin vanlukka um hann siglur eftir galdandi ferðaætlan eina tíð afturat.
Hendrik Old heldur at sum frálíður er tað sjálvsagt, at møguleikarnir fyri at økja túratalið verða kannaðir. Serliga heldur hann at tað er brúk fyri at økjatúratalið um vikuskiftið.
 Tað nyttar heldur ikki at fornokta tað, tí tað er eisini ein fíggjarligur spurningur, serliga nú hækkingin í oljuprísinum ger skipið væl dýrari í rakstri, enn upprunaliga mett.

Burtur úr vón og viti
Annars heldur Hendrik Old, at tey krøv, sum Samferðslubólkurin í Suðuroy setir til nýggja Smyril, eru burtur úr vón og viti.
Tað heldur Hendrik Old, løgtingsmaður fyri Suðuroy.
Hann sipar serliga til kravið um at nýggi Smyril skal sigla hvønn dag í vikuni úr Suðuroy klokkan seks á morgni.
Morguntúrurin er høvuðstúrurin hjá Suðuroynni og í løtuni siglur hann allarflestu dagar klokkan sjey á morgni og tað er heilt burturvið at framskunda ann til klokkan seks. Tað er heilt burturvið, tí tá skulu fólk í summum bygdum upp klokkan 4.30 á morgni. Afturfyri eru tey so í Havn klokkan 7.40 á morgni, men tá er onki opið og skulu tey ganga og bíða til hálvanannan-tveir tímar, tí onki letur upp, fyrrenn klokkan 9 í fyrsta lagi.
Hendrik Old heldur, at tað eigur enntá at verða umhugsað, at flyta tann fyrsta túrin á morgni frá klokkan sjey til klokkan 7.30.