Hópdrápsmaður tikin av døgum

Shoko Asahara, sum í 1995 stóð aftanfyri hópdrápið í metroskipanini í Tokyo, er tikin av døgum.

 

13 fólk lótu lív, tá sektin Aum Shinrikyo slepti nervaeitrinum sarin út í metroskipanina í Tokyo. Umframt tey 13 fingu túsundtals onnur svárar heilsutrupulleikar av eitrinum.

 

Í 2004 bleiv sektleiðarin Shoko Asahara fekk deyðadóm fyri sín leiklut í álopinum. Í morgun bleiv hann hongdur. Hann bleiv eisini dømdur fyri eitt annað eiturálop, í Matsumoto í 1994. Har doyði átta fólk.

 

Ákæruvaldið metti, at sarinálopið var ein roynd at skapa eina kollvelting í Japan, so at Shoko Asahara kundi seta seg sjálvan sum keisara í landinum.

 

Japan og USA eru einastu ídnaðarlond, sum enn nýta deyðarevsing. Fleiri enn 100 fólk sita fongslaði í Japan og bíða eftir at blíva tikin av døgum.