Talsmenn hjá ST váttaðu sunnudagin, at tríggjar hópgravir eru funnar miðskeiðis í Afghanistan. Hildið verður, at umleið 35 lík liggja í gravunum, og at hetta eru fólk, sum Taliban-stýrið beindi fyri. Talan um bæði um vaksin og børn.
ST-talsmaðurin Manoel da Almeida e Silva segði í gjár, at embætismenn hjá ST høvdu verið og hugt at gravunum, sum eru einar 100 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Kabul. Karim Khalili, sum er ein av leiðarunum í hesum landspartinum, segði, at tær tríggjar gravirnar vórðu funnar á trimum ymsum støðum minni enn 10 kiloemtar frá landspartahøvuðsstaðnum Bamiyan.
Khalili segði seg ikki ivast í, at tað var tað falna Taliban-stýrið, sum beindi fyri fólkunum, sum síðani vórðu jarðað í teimum trimum gravunum.