Hørð kapping um rávøruna

Norska útflutningsráðið hevur gjørt eina kanning av marknaðinum fyri hvítan fisk

 

Kanningin vísir at íslendingar seinastu tíðina hava tikið markna frá Norðmonnum í Portugal. Hetta kemst m.a. av at toskurin í Barentshavinum er smáur og tí ikki er egnaður til saltfisk. Smái toskurin er dýrur at framleiða og tí er tað tórført at fáa tað at bera til fyri frystiframleiðsluna av toski. Hetta hevur ført við sær ein øktan útflutning av feskum og frystum óvirkaðum toski til Kina, Polen og Suður-Korea uppá 25%. Serliga er tað tann smáttfallandi fiskurin, sum fer til hesi lond, sum vegna lágar lønarkostnaðir kunnu virka henda fisk og selja hann aftur til kappingarføran prís á m.a. ES marknaðinum, - næstan 100% av hesum fiski verður útflutt aftur til evropeiska marknaðin.

Hetta merkir, at norðmenn kappast á ES marknaðin við fiskavørur framleiddar í m.a. Kina virkaðar úr norskari rávøru.

Kanningin bendir eisini á, at príslegan á toski hevur rivið seg leysan frá øðrum hvítum fiski sum t.d. hake og alaska pollock. Ein tilsvarandi kanning í 1996 vísti, at toskaprísurin fylgdi prísinum á øðrum hvítum fiski, men soleiðis er ikki longur. Høvuðsorsøkin til hetta er, at tað er lítið til av toski á marknaðinum og at heims kvoturnar samanlagt eru minkaðar í ár og koma væntandi at minka enn meira komandi ár.


Upsi

Tilgongdin av alaska pollock og øðrum fiskasløgum, sum vanliga kappast við tosk minkar. Hetta fer eftir øllum at døma at føra til eina øktan eftirspurning eftir upsa, og at eftirspurningurin eftir upsa í framtíðini fer at verða enn meira tengdur at útboðnum av alaska pollock, hoki, hake og upsa.

Ein nýggj brúkarakanning, sum Fiskeriforskning hevur gjørt í Frankaríkið vísir, at brúkarin fatar alaska pollock og upsa sum vørur sum fult út kunnu setast í staðin fyri hvørja aðra, og at brúkarin ikki skilur ímillum norskan, franskan upsa, alaska pollock og deep-skinnað upsaflak. Substittutiónin millum hesar vørurnar í hesum marknaðinum er fulkomin.

Ein onnur týdningarmikil niðurstøða í hesi kanningini er at gjaldviljin hjá brúkunum er hægri enn tann prísurin, sum upsi í løtuni verður seldur fyri. Brúkarin vil fegin gjalda 39 frankar/kg meðan upsin ofta verður seldur niður í 29,9 frankar /kg. Tað er eingin eyka gjaldsvilji fyri deep-skinnaðan upsa so tað er ivasamt um henda framleiðsla er lønandi til tann franska marknaðin.

Franski brúkarin er eisini til reiðar at gjalda tveir til tríggjar frankar/kg meira fyri franskan upsa og kemst hetta fyrst og fremst at tjóðarkensluni. Brúkarin sær ongan annan mun millum norskan og franskan upsa.

(Kelda: EFF 2000).