Húsalánsgrunnurin ger bústaðir til eldri fólk

Húsini hjá Zacharisi Niclasen Undir Pisuvarða í Havn verða í framtíðini bústaður hjá eldri fólki.

Húsalánsgrunnurin hevur keypt húsini hjá Zacharisi Niclasen Undir Pisuvarða frá Tórshavnar býráð til eldrabústað. Herfyri keypti Tórshavnar býráð alla ognina, tað vil siga húsini og stóra urtagarðin, og hevur síðani selt húsini til Húsalánsgrunnin. Hvørki Tórshavnar býráð ella Húsalánsgrunnurin vilja upplýsa keypsprísin.

- Vit keyptu ognina fyri at varðveita urtagarðin sum ein grønan blett í miðbýnum í eini ætlan at samanbinda miðbýin við Trapputrøðna, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.

Tórshavnar kommuna eigur húsini og urtagarðin hjá Hans Andriasi Djurhuus beint við síðuna av. Kommunan hevur røktina av tí garðinum um hendi og ætlanin er nú at víðka hann til eisini at fata um urtagarðin hjá Zacharisi á Skipafelagnum og kanska longur niðan seinni soleiðis, at Trapputrøðin verður bundin saman við miðbýin.

- Hetta gera vit fyri at varðveita nakrar grønar blettir í býnum og fyri at skapa ein hugna hjá fólki mitt í øllum ferðslurokanum. Har kunnu fólk koma inn í eina oasu, har tað ber til at ganga uttan at verða ávirkað av ferðsluni, sigur Leivur Hansen.

Urtagarðurin hjá Zacharisi á Skipafelagnum er stórur og vakur, men ábøtur og viðlíkahald skulu gerast.


Vakurt umhvørvi

Umframt at varðveita vakrar grønar blettir í býnum liggur tað eisini frammalaga í huganum hjá Tórshavnar býráð at útvega eldri fólki bústaðir. Í løtuni arbeiðir ein bólkur við at gera eitt álit um, hvønn politikk Tórshavnar kommuna skal reka á eldraøkinum í framtíðini, og har er eldraíbúðir eitt mál, ið stendur á skránni. Álitið verður liðugt í summar.

- Vit taka ímóti nýggja tiltakinum hjá Íbúðargrunninum hjá Húsalánsgrunninum við opnum ørmum. Býráðslimir hava ásannað, at vit eiga at arbeiða miðvíst við at skapa umstøður fyri at eldri fólk fáa alternativar bústaðarmøguleikar sum heild. Húsalánsgrunnurin hevur biðið um at sleppa at byggja eldraíbúðir á Skálatrøð og tað málið er í løtuni til viðgerðar í byggideildini og kemur væntandi fyri á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini í næstu viku. Somuleiðis ætlar grunnurin at byggja eldraíbúðir á eini trøð, teir hava keypt við Dalavegin umframt at aðrar ætlanir eru í umbúna. Verður alt hetta sett í verk er talan um eitt rættiliga stórt tal av íbúðum. Tórshavnar kommuna fer ikki sjálv undir bygging av eldraíbúðum, men verður við í tann mun, at hon útvegar lendi.

Hvør, ið fer at gera av, hvør sleppur í íbúðirnar, er ikki greitt enn, men helst verður talan um eina nevnd við umboðum fyri Tórshavnar býráð og Húsalánsgrunnin.


Húsini væl egnað

Enn hevur Húsalánsgrunnurin ikki gjørt endaliga av, um húsini hjá Zacharisi á Skipafelagnum verða bygd um til eldraíbúðir ella sambýli.

- Vit hava kannað báðar møguleikarnar, og hvat húsini eru best egnað til. Eitt upprit er gjørt um, hvussu nógvar íbúðir kunnu gerast í húsinum og hvussu nógv fólk eitt sambýli kann hýsa. Út frá tí taka vit so eina støðu, men eftir øllum at døma verða tað eldraíbúðir. Húsini eru gomul, men væl egnað til endamálið. Tey eru í einum góðum og vøkrum umhvørvi við einum stórum urtagarði, sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunninum.

Stjórin í Húsalánsgrunninum vil í løtuni ikki siga, nær húsini verða liðug umbygd.

- Vit fara í gongd í ár, men nær tey verða liðug er ov tíðliga at siga, sigur Jóannes Dalsgarð.