Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur
Hvønn leygardag hevur Sosialurin eitt blað innlagt, "Vikuskiftið". Tað er ætlað til undirhalds- og hugnalesnað um vikuskiftið.
Eg plagi stundum víð áhuga at lesa hetta blaðið, og tað gjørdi eg eisini 26. apríl 2003.
Síða 3 var ikki øll hugnalesnaður. Har stóð frásøgn um nakrar manns, sum hava verðrar í eini skor. Teirra meðaltøl vísa, at 25% av veðrunum koma ikki aftur, og tað var ikki gamansleikur at fáa seyðin í skorina, hvørki fyri fólk ella fæ.
Tað eru aðrar skorar, har veðrar verða latnir niður í, har úrslitið og viðurskiftini eru á sama støði, so hasir skulu ikki dømast av mær, meira enn aðrir. Viðurskiftini í nógvum høgum eru ikki stórt betur, sjálvt um seyðurin ikki dettur oman, og støðan er ikki tespulig á øllum traðunum við seyði.
Tað at ein skor kastar 25% av veðrunum av sær, mann hava sína grundir. Tað at lombini úr nógvum høgum mest sum ongantíð koma uppum 30 pund hevur eisini sínar grundir.
Vit hava ein sokallaða djóraverndarlóg, sum eins tað sama kann takast av aftur. Eftir øllum at døma virkar hon meira sum ein lóg at tryggja, at eingin sum hevur ábyrgd av húsdýrum, skal kunna dømast fyri misrøkt av húsdýrum. Hon stuðular í hvussu ikki er undir at betra um røktina av húsdýrunum.
Eg spyrji bara, hvar er markið hjá okkum føroyingum fyri misrøkt av seyði og húsdýrum?
Eingin undrast yvir mátan vit hava seyð og húsdýr uppá í Føroyum. Fjølmiðlarnir skriva bara um hugna, mentan, og um friðaligt og góðsligt bygdalív. Tað er ofta langt millum tað bløðini skriva, og tað, sum verðuliga gongur fyri seg við húsdýrum. Loftmiðlarir eru einki petti betur enn skrivaðu miðlarnir at romatisera "føroyska" seyðahaldið út um alt mark.
Tað fellur eftir øllum at døma fjølmiðlunum sera tungt at viðgera tyngjandi viðurskifti "hjá tí vanliga manninum".
Er tíðin ikki komin til at vit fara at broyta hugburð um hvussu vit hava húsdýrini, ikki minst seyðin?
Seyðurin í yvirskipaðu høgunum hevur tað ikki gott nú lombini koma, og veðrarnir í hasi skorðini hava tað neyvan hugnaligt frá nú av, og til teir verða svavdir í heyst, ella til 4. hvør teirra liggur sundirbrotin á onkrari hellu.