Hondbóltur
Tað verða toppur og botnur, sum hittast, tá Tjaldur í kvøld leggur leiðina til Vestmanna, har næst seinasti dysturin í grundspælinum skal fáast frá hondini.
VÍF hevur higartil ligið í oddinum alt árið, og tað man vera lítið sannlíkt, at teir verða koppaðir av runavíkingum, sum stóran part av árinum hava verið í botninum.
Ikki tí, framgongdin hjá Tjaldri hevur verið sjónlig, síðani teir báðir útlendingarnir komu til landið, men tað kann neyvan roknast við, at hetta er nóg mikið til at taka oddaliðið.