Húsini dýrka

Skattalætti og minkandi arbeiðsloysi fara at hava við sær, at húsaprísirnir í Danmark fara at hækka næsta ár, heldur fíggingarfelagið Realkredit Danmark.

Sune Mortensen, búskaparfrøðingur hjá Realkredit Danmark, sigur við Jyllandspostin, at rentan fer at hækka tað næsta árið, tí fleiri fólk fáa arbeiði, og samstundis fer skattatrýstið at minka. Tað fer at økja um virksemið í samfelagnum, fólk fáa meiri pengar um hendur, og tað fer at gera. at húsaprísirnir fara at hækka, sigur hann.

Danir skylda umleið 1.000 milliardir krónur í húsalánum, men húsini eru 2.000 milliardir krónur verd. Realkredit Danmark roknar við, at frívirðið í húsunum fer at hækka umleið seks prosent tað næsta árið, og tað verða serliga húsaeigarar vestan fyri Stórabeltið, sum fáa ágóða av gongdini, sigur felagið.