Kursurin á amerikanska dollaranum í mun til krónuna er fallin við 20% frá februar 2002 til í dag. Hetta vil við øðrum orðum siga, at um ein amerikanskur innflytari rindaði føroyska útflytaranum 6,50 dollarar fyri eitt kilo av hýsuflaki í januar 2002, so gav tað føringinum 55,90 kr. Um amerikanarin rindar 6,50 dollarar í dag so gevur tað bara 44,60 kr. Hetta er ein munur uppá heilar 11,30 kr fyri hvørt kilo av flaki, sum svarar til 5 ? 6 kr fyri kilo á føroyska ráfiskamarknaðinum.
Bretska pundið er fallið 11% frá februar 2002 til í dag. Hetta vil aftur siga, at um prísurin var tann sami í pundum so kundi ein vøra sum fyri einum árið síðani gav 55,00 kr til útflytaran bert geva 49,00 í dag. Príslækkingin bara orsaka av kursinum er sostatt 6,00 kr, sum aftur svarar til uml. 3,00 kr á føroyska ráfiskamarknaðinum.
Ávirkanin frá kursfallinum er eitt, men afturat tí kemur, at prísurin í dollarum og pundum eisini er fallin munandi. Stórar nøgdir av hýsu eru á marknaðinum og eftirspurningurin er lítil. Hesin ójavnin millum útboð og eftirspurning á altjóða hýsumarknaðinum sæst eisini aftur á føroyska ráfiskamarknaðinum og ávirkar prísirnar fleiri krónur afturat.
Kursir frá Nationalbankanum:
Amerikanski dollarin 28.02.2002 Kursur 859,06
Amerikanski dollarin 27.02.2003 Kursur 686,35
Bretska pundið 28.02.2002 Kursur 1216,02
Bretska pundið 27.02.2003 Kursur 1085,60