Hótt handverk

BÁTASMÍÐ. Jóan Petur Clementsen, bátasmiður á Sandi, er ikki í iva. So fáir føroyskir bátar verða smíðaðir av fullkønum fólki, at hann heldur vanda vera fyri, at fakið ikki hórar undan

Í kjallaranum hjá navnframa bátasmiðinum á Sandi, Mariusi Clementsen, stendur 40 ára gamli seksæringurin, Hvalurin, úr Skopun. Útróðrarbáturin er gamal grønlandsbátur. Baldrutu ferðirnar í grønlendskum sjógvi og útróðurin í Føroyum seinastu árini hava sett síni spor á borð og bond. Men nú er báturin sum nýggjur.


Tað er Jóan Petur Clemensen, ið er sonur gamla bátasmiðin, sum nú leggur seinastu hond á drúgva umvælingararbeiðið. Fleiri borð og bond eru skift, og skvatliborðið er alt nýtt.


Marius hevur at kalla lagt frá sær og Jóan Petur hevur tikið um endan. Men stóð tað til unga bátasmiðin, tókst hann heldur við at smíða nýggjan bát.


- Føroyskt bátasmíð hevur tað ikki gott. Fakið eigur ongan góðan og MVG-ið trýstir prísin í loft. Eg royni at fáa tað strika, tá ið talan er um nýggjar bátar, sigur bátasmiðurin, ið roynir at savna undirskriftir millum fáu starvsfelagarnar í Føroyum. Hann heldur, at varð MVG-ið strikað, so hevði tað hjálpt væl, tí hetta er so stórur partur av prísinum.


Ongin nýbygging

Jóan Petur heldur tað vera ein góðan spurning, hví vit eiga at varðveita føroyskt bátasmíð.


- Nú eri eg sjálvur í vinnuni, og eg dugi at síggja, at sum nú er verður fakinum ikki lív lagað. Eg vil fegin varðveita arbeiðið. Tað snýr seg um at vera til, ikki annað enn tað.


Sum nú er, hevur ungi bátasmiðurin á Sandi nóg mikið at tríva í, men tað hava verið soltnari tíðir. Tíbetur eru umvælingarnar somikið nógvar, at okkurt altíð er í at tríva. Men trupulleikin er eftir øllum at døma, at meðan umvælingarnar økjast í tali, so er at kalla ongin nýbygging.


- Nógv bátasløg eru í at velja og tá ið fólk hoyra um hetta MVG-ið, so aftra tey seg. Og so keypa tey kanska heldur ein brúktan bát, hugsi eg. Ovmikið er til, staðfestir hann turrisliga.


Eiga at smíða nýtt

Jóan Petur váttar, at gomlu bátarnir geva sær arbeiði, men hann heldur tað vera minni áhugavert, bara at arbeiða upp á sovorðið gamalt.


- Mann fer av lagnum at smíða, tá ið mann ongantíð ger ein nýggjan bát. Tað verður tyngri at fara undir tað, tá ið langt er ímillum, sigur Jóan Petur, ið kortini ikki ætlar sær at skifta arbeiði.


- Eg veit ikki, hvat ið tað er, men mær dámar at verða bátasmiður, og ein bátasmiður eigur at smíða nýggjar bátar, ikki bara umvæla gamlar, sigur hann og yppir øksl.


Tá ið nýggjur bátur er liðugur, kennist tað serstakt, heldur Jóan Petur. Sum tá ið eini hús verða reist.


Men, hví ert tú bátasmiður. Er tað tí at pápin og langabbin vóru tað?


- Nei, ikki bara. Tað er eitt spennandi fak. Eg havi ongar tekningar, og eri ongantíð hundrað prosent vísur í, hvat úrslitið verður. Mann má minnast væl, og duga at meta. Tað kemur við árunum, sigur 39 ára gamli sandingurin, sum enn fær eina hjálpandi hond og onkur ráðini frá pápanum


Men Jóan Petur hevur ikki bygt nýggjan bát í meira enn eitt ár. Seinast var tað vágbingurin, Lundahl Augustinussen, ið lat sær byggja eitt nýtt áttamannafar, Grettir nevndur.


Ikki ráð til marknaðarføring

Tað, ið liggur fyri framman, er bert umvælingararbeiði. Fólk ringja við jøvnum millumbilum og spyrja seg fyri, men enn er ongin ordri um nýbygging.


- Pengapungurin heldur fólki aftur, gitar Jóan Petur.


Men áttu tit ikki at gjørt meira vart við tykkum í felag; t.d. við bátaframsýningum?


- Jú, men tað kostar. Ein nýggur bátur hevði bundið nógvar pengar hjá okkum. Vit hava ikki ráð...


Fáir liva av tí

Ikki er nógv samband millum føroyskar bátasmiðir. Jóan Petur veit ikki, hvussu nógvir eru. Og hann gerst eisini eitt sindur spoyskur, tá ið talan fellur á amatørarnar, sum eftir øllum at døma eru nógvir í tali


- Sum tað ljóðar, er ein rúgva av bátabyggjarum beint nú. Men eg veit ikki um tað er nakar uttan eg, sum havi bátasmíð sum høvuðsinntøku. Kanska Johan Olsen í Froðba, Kaj Hammer í Havn og eysturoyingarnir, Sámal Hansen og Símun Johan Wolles. Men vit hava lítið og onki samband við hvønn annan. Orsøkin er kanska, at vit eru í kapping. Men eisini frástøða og vantandi kennskapur, hevur týdning. Orka er heldur ikki til at marknaðarføra okkum sjálvar, heldur Jóan Petur


Træ heldur enn glastrevjar

Er føroyskt bátasmíð hótt, ella er tað bara Jóan Petur, ið hevur so lítið nýtt at smíða?


- Hótt..? Eg dugi ikki at siga tað. Men tá ið onki nýtt verður gjørt, so er fakið hótt av sær sjálvum. Nakrir kappróðrarbátar verða gjørdir, men tann marknaðurin er skjótur at metta.


Spurdur um, hví vanligir føroyingar eiga at velja sær ein føroyskan træbát, fram um kanska ein glastrevjabát, er Jóan Petur ikki í iva.


- Undir sigling er ein føroyskur bátur nógv stúttari. Hann hevur kanska eini tíggju borð við skørpum kanti, sonevndum súðum; tað er ein slengrikjølur í sær sjálvum, sigur hann og samanber við teir rundaðu súðirnar á glastrevjabátunum.


Hann nevnir eisini, at glastrevjatilfarið ikki er eitt upprunaevni, og tískil vegna tættleika ikki hevur eins gott samband við sjógvin.


- Nei, træbáturin er frægastur, sigur Jóan Petur, sum saman við pápanum man hava smíðað einar fimti bátar, flestir teirra maskinbátar.


Munur á smiðum


Bátasmiðir, sum Jóan Petur, síggja væl, hvør smiðurin er, tá ið hugt verður at einum føroyskum báti.


- Tað eru nógvir amatørar, og tað sæst aftur á bátunum. Fleiri ferðir er komið fyri, at alt ov fáir seymir hava verið í nýggjum bátum, og at eg havi verið noyddur at negla millum teir sum eru. Eg vil siga, at tá ið slíkt kemur fyri, kundi ein næstan ynskt sær eftirlit, sigur Jóan Petur.


Tað, sum hann hevur hug at forsyndast inn á, er, at summir, sum smíða bátar, hava havt ovmikið at gjørt hóast góðskan á arbeiðinum er meira ivaverd.


- Nógv av tí líkist akkurát ongum. Bert helvtin av seymunum, sum eiga at vera í, eru har í veruleikanum, og bondini eru onkuntíð bert skoytt við einum seymi. Tað kann ikki halda. Tað eru so nógvir smálutir í bátasmíði, sum vanlig fólk als ikki síggja, sigur hann, og leggur dent á, at tú sjálvandi átti at fingið ein betri bát, tá ið tað eru køn fólk, ið gera arbeiðið.


Trygdin gloymd

Sosialurin visti at siga Jóan Peturi, at onkur nú er farin undir at skrúva føroyskar kappróðrarbátar saman. Hetta hevði sandoyingurin ikki hoyrt, men við fyrivarni hevði hann hug at fýlast á tað.


- Tað endar við, at bátarnir verða límaðir saman. Har er eingin reglugerð av nøkrum slagi. Eg haldi, at trygdin verður skúgvað til viks. Tað skal vera seymur í, og borðini skulu hava eina ávísa tjúkd, sigur hann.


Eisini hevur verið at frætt, at summir bert vilja brúka træ við ongum kvisti í. Men Jóan Petur ger vart við, at smáir kvistar í roynd og veru hava nógvar góðar eginleikar.


- Teir gera, at viðurin verður meira fløktur; at hann ikki kann sprotna eftir allari longdini. Kvistarnir stegða rivunum, sigur hann og peikar á onkrar stuttar borðrivur í gamla Hvalinum.


Jú, Jóan Petur heldur fast við ta gomlu uppfatanina av føroyskum bátasmíði. Fyribils er hann undir øllum umstøðum noyddur til tess. Nú gamli Hvalurin er liðugt umvældur, er annar gamal bátur búgvin at koma í hendurnar á honum. Tað er eitt seksmannafar, sum krevur stórar ábøtur, ið nú stendur fyri tørni.


Best hevði verið at smíða nýtt. Men mann skal jú liva av onkrum...





Ein bátur verður bygdur


Føroyski bátarnir á Sandi verður mest gjørdir úr furu og eik. Millum ein og tríggir mánaðir ganga frá tí, at kjølurin verður strektur til skrokkurin fer av barkastokkum og út í túnið norðuri á Klettum heima á Sandi


Høgni Mohr


Vanligt er at brúka furutræ, lerk ella grann til føroyskar bátar. Kjølur og stevni verða oftast gjørd úr eik.


Tá ið avgjørt er, hvussu stórur og hvussu høgt reistur báturin skal vera, verða bátamátini tikin í nýtslu. Tey hava Jóan Petur, pápin og langabbin úr Funningi, Marius Jóanesarson, ið eisini var bátasmiður, gjørt. Tey eru ikki annað enn mátistokkar við merktum málum fyri ymisku bátastøddirnar. Á gomlu stokkunum ber til at lesa av rúmlongdir og onnur smærri mát, sum alin og føtur.


Byrjað verður við kjølinum og reisingunum. Upp við kjølinum eru trý stykki í hvørjum enda: Draghálsur, miðstykki og stavnur. Tá ið hesi eru sett saman verða kjalarborðini fest upp á kjalarsíðuna, og síðani eini fimm borð afturat, hvørt um annað.


Nú, ið skrokkurin er vorðin einar tíggju tummar djúpur, verður niðasti parturin av bondunum, flábondini, festur í tey borðini, ið longu eru.


Síðani verða borðini, ið eftir eru, fest, og oman á rimina verða stokkar og æsingar sett. Og síðani remman, sum bekkjarendarnir verða feldir niðurí.


Tá ið bekkir og rengur eru sett í, verða ennispónar settir millum stokk og stavn. Er árabátur, verða tollar og árar sjálvandi eisini gjørd. Og nøglin undir øllum umstøðum.


Og so fer báturin av barkastokkum og út í tún norðuri á Klettum.


Jóan Peturi tekur tað millum ein og tríggjar mánaðar at byggja ein lidnan bát. Men skal motorur setast í og annað eykaarbeiði annars gerast, kann arbeiðið gerast drúgvari.




Bátasmíð og orðasmíð


Høgni Mohr


Eisini bátasmiðir vanda sær um málið. Forn nøvn og heitir, ið hava samband við bátasmíð, eru mong, og hjúklað verður um tey. At munur kann vera á nýggjum orðabókum og fornum heitum á Sandi, sæst kanska væl á hesum brotinum úr samrøðuni millum bátasmiðin og blaðmannin:


Jóan Petur: - Herfyri skrivaði onkur langkjølur í bløðunum...he...he...eg meini tað...


Blaðmaðurin: ...Tað var eg...


...Tað mást tú ikki skriva!


...Hví..?


Tí onki eitur so!


Álvara..?


Nei!


Júmen, tað stendur í Móðurmálsorðabókini!


Hatta hevur onkur logið fyri teimum. Tað eitur kjølur!


Bara kjølur..?


Tað veit Guð at tað eitur. Hvussu langt tað so verður...