Hótta við at seta føroyskar reiðarar á svartalista

Fiskimannafelagið hóttir nú við at almannakunngera ein svartalista við reiðarum, sum ikki halda seg til sáttmálarnar.

Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

Hann sigur, at nevndin í felagnum hevur umrøtt spurningin og tað kundi væl hent seg, at ein svartilisti verður almannakunngjørdur fyrsta dagin.

So kunnu fiskimenn síggja, hvørji teir eru og taka tað við í sínum metingum, tá ið teir leita sær eftir kansi.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at teir allarflestu reiðararnir hava síni viðurskifti í ordan.

Men tað eru nakrir heilt fáir sum elva til afturvendandi trupulleikar og tað eru teir somu reiðararnir alla tíðina.

Talan er um nakrar heilt fáir reiðarar, sum kunnu teljast á aðrari hondini, men sum javnan og savnan bróta sáttmálarnar.

Eitt vanligt sáttmálabrot er, at teir rinda ikki hýruna til tíðina.

- Vit hava dømi um reiðarar, sum enn skylda monnum hýru fyri august í fjør, sigur Jan Højgaard.

Hann sigur, at Fiskimannafelagið hevur eisini dømi um, at reiðarar draga ov nógv frá fyri olju.

- Vit hava sæð avrokningarseðlar, har reiðarar hava drigið meiri frá fyri olju, enn oljan í veruleikanum kostaði, sigur Jan Højgaard.