Hóttir við at fara frá

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Shimon Peres, hóttir við at fara úr stjórnini.

Sunnudagin varð avdúkað, at tað prutlar undir lokinum í ísraelsku stjórnini.

Hetta kom fram, tá Shimon Peres, uttanríkisráðharri alment fanst at stjórnini, samstundis sum hann fýltist á, at hann verður hildin uttan fyri uttanríkispolitiskar avgerðir.

-Stjórnini hjá Sharon vantar bæði mið og mál. Sleppi eg ikki at taka lut í teimum avgerðum, sum skulu takast, kann eg ikki halda fram sum uttanríkisráðharri, segði ein týðiliga misnøgdur Peres.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Shimon Peres hóttir við at leggja frá sær, og hetta er minni enn so fyrstu ferð, at hann hevur funnist at Ariel Sharon, forsætisráðharra. Men tey, sum standa uttanríkisráðharranum nær, siga, at hesaferð er álvari í orðum hansara.

Beinleiðis orsøkin til misnøgdina sigst vera, at Sharon í síðstu viku sendi ein av sínum næstu ráðgevum til Washington at tosa við amerikansku leiðararnar um støðuna í Ramallah, har ísraelski herurin hevði kringsett støðina hjá Yasser Arafat. Hetta var eitt beinleiðis uttanríkismál, men Shimon Peres visti einki um fundin. Ikki fyrr enn tríggjar dagar seinni frætti hann tað.

Hetta vil Shimon Peres ikki lata sær lynda, siga tey, sum standa honum nær.