Hóttir við uppsagnum

Fólk í New York eru á gosi, tí at borgarstjórin, Michael R. Bloomberg, hevur hótt við at geva 8.500 lærarum, 1.000 sløkkiliðsmonnum, 3.150 løgreglumonnum og øðrum starvsfólkum hjá kommununi sekkin. Harumframt hóttir hann við at lata fleiri ellisheim aftur. Orsøkin til hóttanina frá borgarstjóranum er, at staturin New York ætlar at skerja sína játtan til býin New York City, og tað hevur fingið øði í borgarstjóran. Hann sigur við tíðindastovurnar, at uttan býin New York var staturin New York ein fátækrabýlingur í USA.