Ein 55 ára gamal maður er dripin av hávi í Avstralia í morgun. Hendingin fór fram út fyri Cable Beach á vesturstrond Avstraliu. Sambært útlendskum miðlum hava søguliga nógv hávaálop verið í Avstraliu í ár.
Løgreglan í landinum upplýsir, at tey fingu fráboðan um hávaálopið við ferðavinnustrondina klokkan 08.40 í morgun. Eftir álopið varð hin 55 ára gamli førdur til lands, men hann varð deyður á staðnum.
Eftir hendingina varð strondin stongd. Útlendskir miðlar skriva, at hetta er áttanda ferðin í ár, at álop hava kostað mannalív. Størsta tal av fólki, sum eru deyð av hávaálopi í Avstralia í eitt ár, er níggju. Tað hendi í 1929.
Í 1930 varð hávanet sett upp kring landið, og granskarar halda, at hetta er orsøkin til, at álopini ikki eru so mong longur. Men, aftur í ár hava so álopini, ið hava ført til deyða, verið átta í tali, sum er eitt lutfalsliga stórt tal.