ólavsøka
Tað ber illa til at ímynda sær annað, enn at Klaksvíkingur í morgin fer at vinna FM heitið fyri fyrstu ferð nakrantíð. Klaksvíkingur hevur 36 stig, og Eysturoyingur hevur 32 stig. Men hóast munin, sum tað er óhugsandi, at Eysturoyingur skal megna at taka aftur, so er spenningurin óvanliga stórur.
Hóast rógvararnir allir hava um enn ikki gloymt so goymt harmuliga róðurin á Skálafjørðinum, so er hann orsøk til øgiligan intensitet undan síðstu uppgerðini millum Eysturoying og Klaksvíking.
Klaksvíkingur hevur vunnið tríggjar ferðir á Sundalagsstevnu, Eystanstevnu og Fjarðastevnu. Eysturoyingur hevur vunnið tríggjar ferðir á Norðoyastevnu, Jóansøku og Vestanstevnu.
Umborð á Eysturoyingi siga teir seg bara hava kappast fimm ferðir við Klaksvíking, og í tí kappingini vísa teir á, at støðan er 3-2 til Eysturoying.
Tí sigur tað seg sjálvt, at bæði teir umborð á Klaksvíkingi og umborð á Eysturoyingi sera fegnir vilja vera fyrstir á mál í morgin.
Hvør vinnur?
Tað er spurningurin, sum vit hava sett tveimum av úrmælingunum, sum í summar leygardag eftir leygardag hava verið við til at seta pumpuskipanirnar hjá so mongum monnum og kvinnum undir rættuligt trýst.
Annar teirra er Hilmar Sam Lamhauge, sum er ein av royndu monnunum umborð á Eysturoyingi, og hin er Svein Rógvi Nielsen, sum er bátsformaður á Klaksvíkingi, og sum í fjør var við til at vinna sannførandi FM við Nevinum Reyða.
- Sigurin verður vunnin í høvdinum. Tað er tann, sum fer at vísa størsta viljan, og sum meiri enn kappingarneytin verður førur fyri at fáa alt tað, sum er lagt í venjingarnar, út í árarnar, sum fer at vinna.
Tað er boðið hjá Hilmar Sam Lamhauge, sum ikki heldur stórvegis mun vera á venjingarstøðuni hjá favorittunum.
- Kanska eru bátarnir eitt sindur ymiskt mannaðir. Umborð hjá okkum eru teir báðir á toftini Ludvík Justinussen og Jón Rosenblad stórir, meðan allir hinir eru lættir. Klaksvíkingur er tyngri mannaður enn vit, og teir hava ivaleyst tilsaman størri styrki, enn vit hava, men tá ið alt verður gjørt upp, so hevur summarið víst, at tað hevur verið so mikið tætt okkara millum, at tað ikki ber til at siga nakað undan síðsta róðrinum.
Svein Rógvi Nielsen er samdur við arga kappingarneytan um uppskriftina fyri sigri í morgin, um enn hann orðar tað eitt sindur øðrvísi:
- Tann vinnur, sum er mest uppsettur og samstundis kaldur og harvið fer at hava bestu timingina soleiðis, at alt fæst at sita, sum tað eigur at gera.
Eysturoyingur hevur søguligu hagtølini á sínari síðu. Hann hevur vunnið væl meiri enn Klaksvíkingur. Men hetta heldur Hilmar Sam Lamhauge ikki fer at hava so stóran týdning í morgin:
- Klaksvíkingar fingu gott í beinini frá Stefan Mølvig í fjør, og tað hevur borið frukt. Tá ið tú eina ferð hevur smakkað, hvussu søtur sigurin í kappróðri er, so leggur tú nógv fyri aftur at fáa hesa kensluna. Tað vita vit alt um umborð á Eysturoyingi, men hóast vit hava nógvar royndir, so eru tað tveir, sum í ár eru fyri fyrstu ferð við í tøttu kappingini millum 10-mannaførini. So tað er hips um haps hjá okkum og Klaksvíkingi.
Ymisk upplegg
Hesar seinastu tvær vikurnar hava róðraráhugaðir klaksvíkingar einki sæð til stolta hvíta 10-mannafarið á vánni. Orsøkin er tann, at Klaksvíkingur hevur vant á Havnarvág í tvær vikur. Tað hevur eisini nakað við tað at gera, at fleiri av manningini búgva aðra staðni enn í Klaksvík, og at hesir nú hava havt tað høgligari at fara til venjing, enn teir hava havt tað fyrr í ár.
- Vit hava fyrst og fremst vant teknikk og taktikk. Vit hava ongantíð vant við fullari ferð av Argjahøvda og inn á málið. Vit hava róð styttri teinar, og so hava vit tosað um tingini, og so aftur róð stuttan tein. Vit kenna allir málið heilt væl, og vit vita, hvat skal gerast fyri at vinna, sigur Svein Rógvi Nielsen.
Eysturoyingur hevur ikki vant á Havnarvág, og tað verður einki at síggja til sigursvanda gula bátin í høvuðsstaðnum fyrrenn hann verður flotaður til stóru finaluna.
- Í síðstu viku vandu vit í maskinunum. Serliga fyrra partin av vikuni vandu vit ógvuliga hart. Í hesi vikuni hava vit róð á fjørðinum. Vit hava vant teknikk og taktikk, og vit hava ikki lagt so nógv fyri, at vit dagin eftir venjing hava kent nakað til møði. Tú kanst siga, at vit hava trappað niður í hesi vikuni, sigur Hilmar Sam Lamhauge.
Klaksvíkingur verður flotaður á Havnarvág fyrrapartin í morgin. Soleiðis hava teir lagt tað til rættis alt summar, og soleiðis verður tað eisini undan síðsta róðrinum. Í kvøld fara teir á Eysturoyingi at venja. Síðani verður báturin drigin og í morgin fluttur til Havnar, har hann verður flotaður eina ferð seinnapartin.
Undan síðsta róðrinum er greitt, at júst hesar báðar manningarnar ikki fara at kappast aftur:
- Eg vóni, at fleiri fara at vera við til at manna bátin aftur næsta ár, men tað er greitt, at onkrir fara av, sigur Svein Rógvi Nielsen.
- Nú hava fleiri verið við at manna bátin í nógv ár. Tað verður tosað um, hvør fer at halda fram, og hvør fer at gevast. Ivaleyst fara fleiri at vera við til at manna bátin aftur næsta ár, men tað verður neyvan júst sama manningin sum í dag, sigur Hilmar Sam Lamhauge.