Bara 12 minuttir skiltu Claus Bech Jørgensen frá Drogba, Ballack, Lampard og øllum hinum stjørnunum í Chelsea.
Blackpool var nevnliga ávegis einum sigri í trupla útidystinum móti Norwich í 4. umfarinum av ensku FA-Cup, eftir at Jackson hevði lagt teir á odda í fyrra hálvleiki. Men 12 minuttir fyri dystarlok javnaði Darren Huckerby fyri Norwich. Sami Huckerby legði eisini vertirnar á odda í longdu leiktíðini, men her svaraði Blackpool tó aftur við 2-2 máli 3 minuttir inn í seinna hálvleik.
Norwich fekk tó seinasta orðið, tá Martin skoraði til 3-2, sum gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Og tí verða tað teir, og ikki Blackpool, sum skal spæla á Stamford Bridge leygardagin.