Høvdu góðan hug at lurta men ongan hug at spyrja

Einir 200 vágbingar høvdu leitað sær á borgarafund í Vági í gjárkvøldið um kommunusamanlegging, men hugurin at spyrja og fregnast var ógvuliga lítil

Hugurin at lurta var stórur, men hugurin at spyrja var lítil, tá ið Vágs Býráð skipaði fyri borgarafundi í gjárkvøldið, har stórmál var á skránni.
Ætlanin var at tosa um kommunusamanlegging í Suðuroy og til at kynda upp undir eitt kjak, hevði Vágs Býráð fingið fleiri mans norðaneftir at siga teirra hugsan.
Har vóru kommunupolitikarar, og gamlir kommunupolitikarar, sum bæði talaðu hjartaliga fyri eini kommunusamanlegging og har vóru kommunupolitikarar, sum vóru meiri ivingarsamir. Har var landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum sjálvur er suðuroyingur og sum ikki duldi fyri, at hann helt tað einasta rætta vera at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu. Við sær hevði hann ein embætismenn, sum greiddi frá tí lógartekniska partinum og síðani greiddi borgarstjórin í Vági frá støðuni hjá Vágs Býráði.
Til at stýra kjakinum sat Sirið Stenberg við borðendan, men hon fekk ikki sveittan fram, tí fundurin var ógvuliga spakur. Bara tveir av teimum 200 borgarun um í Vági nýttu høvi at seta fram spurningar og tá var tann eini enntá býráðslimur í Vági.
Men pallborðið hevði nógv upp á hjartað og tí vardi fundurin kortini góðar hálvantriðja tíma.
Men tað skerst ikki burtur, at pallborðið sóknaðist eftir at áhoyrarar søgdu sína hugsan, ella í minsta lagið setti nakarar spurningar fram.
Men Kirstin Strøm Bech helt, at manglandi hugurin at spyrja, kundi vera ein avleiðing av, at hetta var so nýtt og í nógvar mátar eitt ókent kjakevni, hóast tað hevur verið umrøtt leingi.
-So vil tíðin vísa, hvbat framtíðin hevur at bjóða á hesum øki, segði hon.
Annan desembur skulu vágbingar annars til fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging. Har fáa teir tríggjar kostir í at velja. Í fyrsta lagi verða vágbingar spurdir, um Vágs Kommuna framhaldandi skal vera fyri seg sjálva. Men halda vágbingar, at kommunan skal leggja saman við aðrar kommunur, verða vágbingar spurdir, um teir halda, at Suðuroy skal vera ein ella tvær kommunur.
Vágs Býráð ger eisini greitt, at hóast talan er um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, ætlar býráðið at virða úrslitið.
Alt hetta hoyra vit um í dag og í Sosialinum í morgin.
Les eisini greinina “Politikarar í Suðuroy fáa 3,6 milliónir í løn og greinina “Suðuroyingar duga ov illa at tosa saman”.
 Tað var annars eitt vælmannað pallborð, sum greiddu vágbingum frá um fyrimunir og vansar við at leggja kommunur saman. Frá vinstru eru tað Hilmar Høgenni, embætismaður í Innlendismálaráðnum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, Rodmundur Nielsen, gamal borgarstjóri í Runavík og og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, sum báðir eru heitir talsmenn  fyri samanlegging, Jógvan K. Mørkøre, bygdaráðslimur á Eiði og Johan Christiansen, bygdaráðslimur í Leirvík, sum báðir hildu, at samanlegging var ikki so ljósareyð, sum summir høvdu hug at gera tað og Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági. Við borðendan er tað Sirið Stenberg, orðstýrari.