Tølini fyri august mánað vísa, at 21.106 fólk fóru um flogvøllin, og tað er ein vøkstur upp á 3,7 prosent samanborið við sama mánað í fjør.
Higartil í ár eru 118.757 fólk farin og komin um flogvøllin í Vágum afturímóti 110.818 sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 3,6 prosent.
Vøksturin á ferðafólkatalinum sæst aftur á øllum rutunum
Í august komu og fóru 567 flogfør, og hetta talið er eisini hægri enn í fjør, tá ið 524 lendu ella lættu.
Higartil í ár hava 3.669 flogfør brúkt flogvøllin í Vágum, og tað er 2,3 prosent fleiri enn somu tíð í fjør.