Michael Tait og All Star United mugu sigast at vera høvuðsnøvnini á Fjarðafestivalinum. Michael Tait er serliga kendur sum ein av teimum trimum sangarunum í bólkinum DC Talk.
Michael Tait skal nú spæla við í einari stórari operu kallað "Hero" saman við nógvum øðrum kendum. M.a. spælir Rebecca St. James eisini við. Rebecca var fyri stuttum í Føroyum, har ið hon helt konsert í kelduni.
All Star United eru ein kendur kristiligur bólkur úr USA. Teir eru á konsertferð í Evropa í løtuni. Teir koma í hesum sambandi ein túr til Føroya til Fjarðafestivalin. Teir hava tí bestu fortreytir at vera í góðari venjing til konsertina í Føroyum.
Meira kann lesast um festivalin á www.fjardafestival.com.