Høvuðsstuðulin kunngjørdur í dag

Í dag verður almannakunngjørt, at fremsta mansdeildin í fótbólti hevur fingið ein høvuðsstuðul, og hvør stuðulin er.

Í morgun verður tíðindafundur í FSF-húsinum, har kunngjørt verður, hvør ið verður fyrsti høvuðsstuðulin hjá fremstu mansdeildini í fótbólti. Sum vit nevndu her í blaðnum í farnu viku, so er tað allarhelst KT-fyritøkan Formula, ið er nýggi høvuðsstuðulin, hóast hetta ikki er váttað.
Við hesari stuðulsavtalu gongur fótbóltssambandið somu leiðir sum hondbóltssambandið, sum undan júst lokna kappingarárið gjørdi avtalu við ávíkavist Sunset og Atlantic Airways um at stuðla ávíkavist kappingina hjá kvinnum og monnum.