H71-ari við Stjørnuna: Takið fyrst í egnan barm

Hondbóltur: Tað hevur vakt ans, at venjarin hjá kvinnuliðnum hjá Stjørnuni glepsaði eftir dómarunum aftan á dystin millum Stjørnuna og StÍF seinasta sunnudag

Í blaðnum týsdagin var ein samrøða við venjaran hjá fyrsta kvinnuliði hjá Stjørnuni um dømingina av dystinum millum Stjørnuna og StÍF. Rógvi Nielsen fjaldi tá ikki sína hugsan um dómararnar, og millum annað vóru teir lagdir undir at lukta av gomlum býtúri.

Hann fíltist eisini á, at annar dómarin hvørki hevði floytu ella kort við sær á vøllin og at slíkt ikki eigur at koma fyri í bestu hondbóltsdeildini, um hondbólturin skal verða ein seriøs ítróttargrein og eitt alternativ til fótbóltin.

Men tað eru ikki øll sum eru heilt samd við Rógva Nielsen um avrikið hjá dómarunum í Klaksvík sunnudagin.

Ein teirra er Hallur Danielsen, sum spælir og dømir fyri H71 úr Hoyvík.

? Fyri tað fyrsta kann eg siga, at tað ikki passar, at menninir høvdu verið fullir í býnum kvøldið fyri, tí eg var saman við teimum og eingin okkara var fullur. Teir vóru úti til nakað út á náttina, men tað kann eingin forða teimum í, sigur Hallur Danielsen.

? Harafturat høvdu teir fingið boð úr Klaksvík um nær teir skuldu fara við ferjuni soleiðis at teir komu til Klaksvíkar í rættari tíð, og teir fóru við tí bátinum og gjørdust kortini tjúgu minuttir ov seinir. So tað er eitt sindur skeivt at kasta dómarunum fyri, at teir ikki møttu til tíðina. Teir gjørdu eftir boðum úr Klaksvík.

Hallur hevur tosað við dómararnar aftaná at greinin stóð í blaðnum týsdagin og teirra fatan um avrikið samsvarar ikki við ta hjá Rógva.

? Dómararnir tosaðu bæði við spælarar og við áskoðarar eftir dystin, og tað teir fingu at vita, samsvaraði ikki við tað sum Rógvi sigur, leggur Hallur afturat.

Kortini vil Hallur geva Rógva rætt í at støðið á dømingini í hondbóltskappingini er ov vánaligt. Men hann leggur beinanvegin afturat, at tað eru ikki teir ávísu dómararnir sum hava skylduna fyri hesum.

? Orsøkin er heilt einfalt tann, at HSF ikki ger nóg mikið fyri at fáa dømingina upp á eitt rímiligt støði, sigur Hallur Danielsen og leggur afturat, at hann tekur undir við sjónarmiðunum hjá Lotte Sørensen, sum í Sosialinum í síðstu viku ikki duldi fyri, at henni tykti synd í dómarunum til tíðir.

? Hon hevur rætt í, at tað eru tveir dómarar, sum hava »format« til at døma í fyrstu deild, og tað eru Hjalmar og Kristian. Men hví ger HSF ikki meira fyri at fáa aðrar dómararnar upp á eitt líknandi støði, spyr Hallur.


Meira av neyð enn áhuga

Tað, sum Hallur Danielsen saknar, er, at HSF fer at gera nakað fyri at fáa onnur at døma enn tey, sum spæla í fyrstu deild. Hann heldur tað ikki vera rætt, at tað eru teir ymsu spælararnir í fyrstu deild, sum ferðast kring landið og døma dystir hjá hvør øðrum, tí tað verður ikki nóg gott.

Hallur vísir eisini á tann veruleika, at nógvir av spælarunum, sum eisini døma, ikki kenna hondbóltsreglurnar út í æsir og tí koma teir ofta illa fyri í ávísum førum.

? Sjálvur havi eg dømt í fyrstu deild í nógv ár, men eg havi bert verið á dómaraskeið eina ferð hesi árini, sigur hann og vísir við hesum á, at tann endaliga ábyrgdin fyri, at dómararnir í fyrstu deild eru førir fyri at leiða dystirnar, liggur hjá HSF.

? Tað er einaferð so, at teir flestu spælararnir, sum eisini eru dómarar, gera tað meira av neyð enn av áhuga, og tann hugburðurin er ikki rættur, sigur Hallur Danielsen.


Kjak ? ikki útspilling

Dómarastøðan er so enn einaferð tikin til viðgerðar og Hallur Danielsen heldur tað vera so avgjørt neyðugt, at viðgerðin hesaferð verður nágreinilig.

? Dømingin í hondbólti er ein trupulleiki og hann skal loysast, men spurningurin er hvussu, og tí er neyðugt bæði at hava spælarar, venjarar, leiðarar, HSF og ikki minst dómararnar við í hesum kjaki, sigur Hallur Danielsen.

? Tað er neyðugt at finna nøkur fólk, sum veruliga hava áhuga fyri at døma og at gera tað burturav. Tey skulu so hava ta frálæru í hondbóltsreglum og í døming, áðrenn tey vera tveitt út at døma ein dyst, sigur Hallur og leggur afturat, at hóndbóltsdøming er annað enn bert at lata seg í ein svartan dómarabúna.