H71 beit frá sær

Strandingar øktu um fjarstøðuna til næstu liðini í oddinum, men tað helt hart móti einum væl stríðandi H71

StÍF-H71 26-23 (10-10):


Við einum sigri kundi H71 vinna seg upp á í minsta lagi annað plássi í Atlantic Airways-deildini, tá teir vitjaðu á Skála leygardagin.

Og leingi hevði H71 eisini siguri í nánd. Eftr ein fyrra hálvleik, har liðini fylgdust væl, var tað nevnliga H71, sum byrjaði seinna umfarið betur. Eitt misnýtt brotskast og útvísing góvu tó vertunum júst tann lítla fyrimun, sum teir høvdu tørv.

Hetta nýtti StÍF til at smoyggja sær framum, og so megnaði H71 ikki at svarað heilt so væl aftur. Munurin gjørdist ongan tíð tann heilt stóri, men StÍF helt sær støðugt eitt og tvey mál frammanfyri, og soleiðis hildu teir eisini fast um oddasessin, har teir enn eru ájavnir Neistanum í stigum.


Fakta um dystin

H71-StÍF 26-23 (10-10):

10 min: 3-3

20 min: 8-6

40 min: 15-15

50 min: 21-18

Málskjúttar

StÍF: Sveinur Justinussen 6, Danni Syhler 6(1), Leivur Justinnussen 4(2), Borgar Danielsen 3, Andre F. Danielsen 3, Bárður Danielsen 2, Bent Djurhuus 2

H71: Esbern Patursson 8(1), Niels Viggo Niclassen 4, Dánjal Tórgarð 3, Bárður Brimvík 3, Eyðun Højgaard 2, Halgir Dahl Olesen 2, Tróndur Vatnhamar 1

Brotskøst: StÍF 4, H71 3

Útvísingar: StÍF 6, H71 4

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen