H71-debutantar vóru munurin í Lions-dystinum

Rói E. á Skipagøtu og Jákup Johansen vóru avgerandi fyri at H71 vann stórsteypadystin um Lions-bikarið

Menninir hjá H71 og VÍF settu í dag hol á hondbóltskappingarárið í stórsteypadystinum, sum Lions skipaðu fyri.

Í einum sera jøvnum dysti, eydnaðist tað akkurát H71 at vinna 23-22. Hálvleiksstøðan var 10-9 til VÍF.

H71 møtti í síni nýggju útgávu, tá ið felagið hevur sagt farvæl við eina ørgrynnu av stuðulsleikarum frá í fjør.

Tað vóru innanhýsis styrkir, ið skuldi fylla liðið út, og frá byrjan sóust menn sum Sveinur Olafsson og Rói Ellefsen á Skipagøtu í bakk-ketuni saman við Peteri Krogh.

Hjá VÍF líktist liðið, rættiliga nógv tí, ið spældi í vár, har fyrrverandi stuðulsleikarar sum Julian Olsen og Hanus Christophersen nú eru við aftur frá kappingarbyrjan.

H71 byrjaði dystin best. Verjan riggaði væl framman fyri Ára Dam, og eftir lítlari løtu vóru hoyvíkingar á odda 6-3. Men vestmenningar fótaðu sær. Somuleiðis við góðari verju kryddað við góðum bjargingum frá Mladeni Mjerimacka.

Í VÍF-álopinum vóru serliga Filip Jojic og Heini á Heygum eyðsýndir, og teir fingu javnað dystin út aftur. Eftir 23 minuttir  hevði Filip Jojic møguleikan at leggja VÍF á odda 7-6, men H71 skifti Jákup Johansen inn til sín fyrsta dyst, og hann legði fyri við brotskastsbjarging.

Ungi málverjin fekk ein høvuðsleiklut seinni.

Tað eydnaðist kortini VÍF at leggja seg á odda stutt fyri hálvleik. Støðan var 10-9 til VÍF við steðgin.

##ms##

VÍF varðveitt leiðsluna leingi í seinna hálvleiki, og støðan gjørdist 17-14 við einum 18 minuttum eftir at leika.

Men H71 kom afturíaftur. Lykilin var eitt álop við sjey monnum, stjórnað av Róa Ellefsen á Skipagøtu - og so Jákup Johansen, ið var skiftur inn aftur í málið.

Upp á fimm minuttir koppaði hetta dystinum aftur til H71-leiðslu. Støðan gjørdis 19-18, og nú fór at vera púra javnt.

Leingi gekk ímillum málini. Verjurnar báðar stóðu heilt væl, og liðini mátti stríðast fyri hvørjum skoti.

Ungi H71-málverjin fekk fatur á nógvum, men hinumegin mátti hann eisini síggja Mladen Mjerimacka taka minst líka nógv.

Nakrar útvísingar fóru at kosta VÍF dýrt í avgerandi løtuni. Í seks av seinastu tíggju minuttunum vóru hoyvíkingar í yvirtali. VÍF helt fast  og javnaði til 21-21 og 22-22, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftur, og so vann H71 23-22, og lat Jákup Johansen lyfta Lions-bikarið eftir sín avgerandi leiklut í stórsteypasigrinum.

Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði flest mál fyri H71. Hann skoraði sjey ferðir - harav trý brotskøst. Peter Krogh skoraði seks ferðir fyri H71.

Hjá VÍF var Filip Jojic toppskjútti við átta málum. Eitt av hesum eftir brotskast. Heini á Heygum skoraði seks ferðir.