Fríggjakvøldið vóru tað tvær steypafinalur í hondbólti í høllini á Hálsi í Havn.
Ta fyrru finaluna vunnu G16 genturnar hjá Neistanum ímóti H71.
Ta seinnu finaluna vunnu D16 dreingirnir hjá H71 ímóti Neistanum.
Úrslitið í dreingjafinaluni var 29 – 25 til H71, sum eina løtu var frammanfyri 20 – 11.
Til dagsins leikara varð valdur Óli Mittún.
Leygardagin vera tíggju finalur. Merkisvert er tað, at H71 eigur annað liðið í átta finalum.