H71 fekk sína hevnd

H71 vann trygt dystin um Lionsbikarið ímóti VÍF, sum í fjør fór avstað við FM-heitinum, ið hoyvíkingar lógu til at vinna alt kappingarárið á tamb

Mansdysturin um Lionsbikarið ímillum føroyameistararnar úr VÍF og steypavinnararnar úr H71 er júst lokin. H71 vann dystin trygt 24-19 eftir hálvleiksstøðuna 10-9.

 

Sostatt fingu hoyvíkingar hevnd fyri finalutapini ímóti VÍF í farna kappingarári, har vestmenningar struku avstað við meistaraheitinum, hóast H71 vann grundspælið sera sannførandi.

 

Sum tað sæst á støðuni, so var dysturin væl javnari í fyrra hálvleiki, enn hann var í seinna hálvleiki. Liðini fylgdust á máltalvuni allan hálvleikin, men hoyvíkingar fóru til hálvleiks við eini eittmálsleiðslu.

 

Sum heild var talan ikki um ein serliga væl spældan dyst, tí at dømt varð fyri óvanliga nógvum tekniskum villum. Talan var tó kortini um ein fínan dyst, har bæði liðini góvu alt, ið tey høvdu.

 

Í seinna hálvleiki vaks málmunurin á liðunum, og sigurin hjá hoyvíkingum kom ongantíð veruliga í vanda. At enda vann H71 við fimm málum - 24-19.

 

Málskjúttarnir úr dystinum í høllini á Hálsi vóru hesir:

 

H71: Peter Krogh 8, Hilmar Leon Jacobsen 7, Jónas Djurhuus 3, Rúni Vest Højgaard 2, Sigmund Nolsø 1, Tróndur Arge 1, Bogi Gaard Davidsen 1 og Andor Sivertsen 1.

 

VÍF: Julian Olsen 5, Filip Jojic 4, Hanus Christophersen 4, Andrias Eriksen 3, Rúni Joensen 2 og Sjúrður Olsen 1.

 

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.