H71 í finaluni

Hóast hoyvíkingar mangla at spæla fýra dystir, so er finaluplássið endaliga tryggjað.

Sum væntað verður H71 annað av liðunum í FM-finalunum í manshondbólti. Hetta bleiv endaliga staðfest í dag, tá ið H71 vitjaði StÍF í høllini á Skála.

 

Fyrr í hesum kappingarárinum hava strandingar argað H71, sum alt kappingarárið hevur verið greitt oddalið. Millum annað var StÍF fyrsta liðið, sum vann ímóti H71 í hesum kappingarárinum. Hetta var í dysti í Hoyvíkshøllini í desember.

 

Dysturin á Skála í dag var partvíst javnur. Í fyrra hálvleiki var onki, ið skilti liðini, og fóru tey til hálvleiks við støðuni 12-12. Í seinna hálvleiki settu hoyvíkingar tó trumf á og vunnu við seks málum. Endaliga úrslitið gjørdist 27-21 til H71.

 

Sigurin hjá H71 merkir, at tað er matematiskt ómøguligt hjá KÍF, sum er nummar trý, at innheinta hoyvíkingarnar. Sostatt verður H71 annað liðið í mansfinalunum.

 

Málskjúttarnir í dystinum á Skála í dag vóru hesir:

 

StÍF: Sveinur Justinussen 7, Allan Norðberg 5, Fríði R. Djurhuus 4, Marius Joensen 1, Jógvan G. Joensen 1, Kjartan Johansen 1, Pætur Johansen 1 og Danny Brandt 1.

 

H71: Peter Krogh 11, Rúni Vest Højgaard 5, Mark Lausen-Marcher 4, Jónas Djurhuus 3, Tróndur Arge 2, Sigmundur Dahl 1 og Hans Kári Hansen 1.