H71-kvinnur og neistamenn eru bronsuvinnarar

VÍF-kvinnur og StÍF-menn vunnu niðaru endaspølini

Fyrr í dag vóru bronsudystirnir í SMS-deildini og Burn Mansdeildini, og finalurnar í niðaru endaspølunum í SMS-deildini og í Burn Mansdeildini.

Í SMS-deildini vann H71 bronsudystin 28-27 á Kyndli aftaná hálvleiksstøðuna 17-14 til H71.

Í Burn Mansdeildini vann Neistin bronsudystin á KÍF 35-33. KÍF var annars á odda 17-11 í steðginum.

VÍF-kvinnur og StÍF-menn vunnu finalurnar í teimum niðaru endaspølunum. 

Úrslitini í dag: 

Bronsudystur SMS-deildin: H71-Kyndil 28-27 (17-14):

Toppskjúttar H71: Jana Mittún 8, Marita Mortensen 8 og Brynhild Pállsdóttir 4.

Toppskjúttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 8, Natasja Hammer 5, Bára K. Hansen 4 og Nadja Pejovic 4.

-------------------------------------------

Bronsudystur Burn Mansdeildin: KÍF-Neistin 33-35 (17-11):

Toppskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 13, Nikolay Bliznov 5 og Rani Højgaard 4. 

Toppskjúttar Neistin: Julian Kragesteen 9, Rasmus Søby 6, Johannes Bjørgvin 4, Tróndur Kragesteen 4 og Karl Martin Olsen 4.

-------------------------------------------

Finalan í niðara endaspælinum SMS-deildin: VÍF-VB 26-20 (12-10)

Toppskjúttar VÍF: Agnas Olsen 6, Durita Jojic 5, Lív Ingdorsdóttir 4 og Rannvá Olsen 4.

Toppskjúttar VB: Durita Hjelm 4, Gurið Augustinussen 4, Sofía Schrøter 3 og Vladana Lazendic 3. 

-------------------------------------------

Finalan í niðara endaspælinum Burn: Team Klaksvík-StÍF 32-34 (11-11)

Toppskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 12, Valentino Valentakovic 6, Beinir Johannesen 5 og Sámal á Tjaldrafløtti 4.

Toppskjúttar StÍF: Bjarni í Selvindi 9, Pætur Johansen 6, Pætur Barclay 5 og Jóannes Prestá 4.