H71 rennur aftaná

H71 ? StÍF 23-20 (11-11)

 

H71 rennur framvegis aftaná Neistanum í oddastríðnum. Úrslitini seinnapartin broyttu ikki støðuna, tá bæði hoyvíkingar og Neistin vunnu sínar dystir.

H71 var í trupulleikum í stórum løtum av dystinum móti StÍF, men tá avtornaði vann heimaliðið við 23-20. Sostatt mugu strandingar nú veittra farvæl til FM-finaluna.

Besti málskjútti hjá hoyvíkingum var Dánjal Torgarð við fimm málum. Cristos Preda skjeyt fýra mál fyri gestirnar.