H71 skal til Slovenia

Sterka felagið, RK Maribor, verður mótstøðuliðið hjá Føroyameistarunum í Challenge Cup

Lutakast hevur í dag verið til evropisku hondbóltskappingina, Challenge Cup, ið er hin triðfremsta í Evropa, aftanfyri Champions League og EHF Cup.

H71 boðaði eftir farna kappingarár, at felagið ætlaði sær at royna seg í Evropa, og nú er fyrsta mótstøðan funnin.

Mótstøðuliðið í fyrsta umfari gjørdist RK Maribor úr Slovenia, ið er sterk mótstøða. Maribor hevur fyrr havt ørgrynnu av landsliðsleikarum úr Kroatia, Bosnia-Hersegovina og Slovenia.

Slovensk lið teljast millum tey frægu í Evropa, og eitt nú hevur stórfelagið, Celje, gjørt stórar skreytir, ikki minst við at vinna Champions League í 2004.

RK Maribor hevur eisini staðið seg væl í Evropa, har liðið millum annað rakk fjórðingsfinalunum í EHF-Cup fyri seks árum síðani.

 

Fyrsti dysturin millum H71 og RK Maribor verður leiktur um vikuskiftið 5. ella 6. oktober.

Seinni dysturin verður annaðhvørt 12. ella 13. oktober