TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Sonna Larsen, høvuðsvenjara hjá H71. Samrøðan var gjørd aftaná Sonne Larsen hevði sæð sínar menn vunnið 29-26 (15-13) á VÍF í tí fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini. Seinna hálvfinalan verður spæld í Vestmanna, sunnudagin klokkan 15.
Sonne Larsen staðfestir eitt pinkalítlan fyrimun við einari teprari leiðslu uppá trý mál, men hann leggur eina við, at H71 ætlar ikki at dúva uppá tepru leiðsluna, men hoyvíkingar ætla sær at vinna seinnu hálvfinaluna eisini.
Sonne Larsen heldur, at Mladen í VÍF-málinum tók dekan ov nógv í kvøld, og tað skal arbeiðast við hjá hoyvíkingum at skjóta betur, og seta bóltarnar inn.