Vestmenningar, sum í fjør vunnu bæði grundspælið og endaspælið og gjørdust meistarar, spældu mikukvøldið sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum.
Longu frammanundan hava teir vunnið ein dyst uttan at spæla, tí Tjaldur ikki fekk mannað lið, men nú skuldi so vera sjón fyri søgn, hvat VÍF kann avrika hesa ferð.
Dysturin, sum var á útivølli móti H71, prógvaði sum so ikki tað stóra, og tað kundi eisini skyldast fleiri umstøður. Ein teirra var heilt greitt, at vestmenningar av góðum grundum enn ikki hava spælt seg heitar.
Hinvegin var hetta ein dystur, ið staðfesti, at breiddin og royndirnar enn eina ferð kunnu koma VÍF til góðar, tí alt vóru spælarar, vit hava sæð fyrr í bestu mansdeildini, meðan H71 í vetur roynir seg við fleiri nýggjum, ungum og enn rættiliga ókendum spælarum.
H71 ynskibyrjan
Kortini var tað júst heimaliðið, ið fekk ta betru byrjanina, og tá tað í tíggjunda minutti gjørdist 5-1 til H71, vóru tað ikki so fáir av heimaáskoðarunum, ið gjørdust spentari og spentari.
Serliga í verjupartinum greiddu hoyvíkingar sína uppgávu til lítar, so illa bar til hjá vestmenningum at sleppa framat.
Men so gjørdi VÍF ein vørr, og góðar tíggju minuttir seinni vóru tað teir, ið vóru á odda 8-7. So skjótt kann skifta, og eftir hetta var VÍF ongantíð aftanfyri aftur í dystinum.
Trý mál vóru á muni í hálvleikssteðginum, og fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki vóru tey blivin sjey, áðrenn tað aftur bragdaði hjá H71.
Unga liðið hjá hoyvíkingum gav kortini ikki upp, og so spakuliga nærkaðust teir stig fyri stig, og tá teir í løtum fóru at mansverja bæði ein og tveir av vestmenningunum, tóktist hetta ørkymla spælið hjá VÍF í rættiliga stóran mun.
Tá bara seks minuttir vóru eftir at spæla, var støðan 22-19 til VÍF, sum framvegis hvørki tóktist fáa fatur á rætta hugflognum ella hugburðinum til at venda dystinum.
Áki og John vendu tómgongdini
Júst í slíkum løtum kemur tað av álvara VÍF til góðar, at liðið eigur ein góðan skjútta í Áka Olsen og eisini ein ótroyttiligan vong í John Zachariassen, tí teir báðir megnaðu hvør á sín hátt at venda tómgongdini.
Serliga Áki brilleraði við fleiri góðum langskotum, og í tí eina førinum snaraði hann um seg sjálvan og einar tveir ella tríggjar hoyvíkingar, áðrenn hann kliniskt sendi bóltin fram við Péturi Magnusson í H71-málinum.
Og fleiri ferðir, tá álopini hjá VÍF sóu út til at vera uppsteðgað, breyt John ígjøgnum á høgra vongi, har hann síðstu løtuna av dystinum var ósvikaliga tryggur í øllum sínum royndum á málið.
Tískil endaði dysturin við einum tryggum sigri til vestmenningar, nú teir endiliga sluppu at royna seg á vøllinum.
Ivaleyst kann bæði eitt og annað rættast hjá VÍF, og tað verður helst eisini neyðugt, tí næsta mótstøðuliðið er Neistin, sum kemur til Vestmannar um vikuskiftið við tveimum spældum sigrum í skjáttuni.
Hoyvíkingar fingu í løtum víst, at teir saktans kunnu standa sjálvt teimum bestu kurl, tá væl liggur fyri. Og stóra virðingin, onkrir av fesku spælarunum hava víst mótstøðumonnunum í undanfarnu dystunum, var til tíðir skift út við beinleiðis sjálvsálit, hóast tað ikki rakk so langt hesa ferð.
Dysturin í tølum:
H71-VÍF 22-30 (9-12)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 11 (1), Bárður Brimsvík 5, Niels V. Niclasen 2, Finnur H. Petersen 2, Hans Jákup Jacobsen 1, Christian Eli Zachariassen 1
VÍF: John Zachariassen 8, Sámal Joensen 6, Áki Olsen 6, Piti Negru 5 (3), Ingi Olsen 3, Ólavur Brimnes 2
Brotskøst: H71 1, VÍF 5
Útvísingar: H71 5, VÍF 3
Dómarar: Hannis Wardum og Ragnar Simonsen