Tað leikaði javn á í dystinum millum mansliðini hjá H71 og StÍF í Hoyvíkshøllini í kvøld.
H71 legði seg á odda við tvemum málum beinanvegin, og nógvir tekniskir feilir órógvaðu StÍF serliga í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 12-11 til H71.
Í seinna hálvleiki vóru nógvar útvísingar, og spældu leiðini fleiri ferðir við fýra útispælarum.
StÍF mansvardi báðar donsku leikararnar hjá H71 í seinna hálvleiki.
StÍF kom upp á javnleik stutt fyri leiklok, men H71 kom fram umaftur við einum máli. Báðir málmenninir stóðu væl og tóku fleiri skot í avgerandi síðstu minuttunum. Tað vóru ongantíð fleiri enn trý mál á muni millum liðini.
H71 fekk tó tvey málafturat í síðstu minuttunum – og vann dystin 25-22.
Málskorarnir hjá H71 vóru:
Mark Marcher 5 mál
Pætur Thomsen 5 mál
Peter Krogh 5 mál
Tróndur Arge 4 mál
Jónas G. Djurhuus 3 mál
Helgi Hoydal 2 mál
Sigmundur Nolsøe 1
Málskorarnir hjá StÍF vóru:
Pætur Johansen 5 mál
Allan Norðerg 4 mál
Sveinur Justinusse 4 mál
Kjartan Johansen 3 mál
Marius Joensen 2 mál
Jógvan G. Joensen 1 mál
Dómarar vóru Gert Hansen og Arnar Dam.
150 áskoðarar vóru til dystin í Hoyvíkshøllini í Hoyvík í kvøld.
Støðan í bestu deildini eru nú:
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 2 | 52 | 38 | 14 | 4 |
2 | KÍF | 1 | 22 | 16 | 6 | 2 |
3 | VÍF | 1 | 27 | 26 | 1 | 2 |
4 | Team Klaksvík | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
5 | StÍF | 2 | 48 | 52 | -4 | 0 |
6 | Kyndil | 1 | 16 | 22 | -6 | 0 |
7 | Neistin | 1 | 16 | 27 | -11 | 0 |