Eisini hjá monnum byrjar hondbóltskappingarárið í dag. Hoyvíkingar tóku ímóti VÍF í høllini í Hoyvík. VÍF var á odda í hálvleikinum, men tað endaði við at H71 vann 32-29.
Vestmenningar stóðu seg annars væl leingi í dystinum, men móti endanum steðgaði alt upp hjá teimum gulu og bláu úr Vestmanna. Hoyvíkingar tóku av og fóru avstað við steypinum, skrivar Hondbóltssambandið.
H71 – VÍF 32-29 (13-15)
H71: Mark Marcher 11, Vilhelm Poulsen 5, Hilmar Leon Jakobsen 4, Andor Sivertsen 4, Leivur Mortensen 3, Bogi G. Davidsen 2, Bergur Ákason 1, Sigmund Nolsø 1, Niklas Hanusarsson 1
VÍF: Julian Olsen 7, Sjúrður Olsen 5, Filip Jocic 5, Andrias Eriksen 4, Bjarti Hansen 3, Hallur Ákason 2, Agga í Garðastovu 1, Rúni Joensen 1, Jákup Andrias Joensen 1