Í dag hevur tíðindafundur verið á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Kekkia í annaðkvøld. Fleiri spurningar vóru vendir móti venjingarlandsdystinum, sum Kekkia vann 5-0 á heimavølli móti Føroyum í november í fjør.
- Tað eru longu átta ella níggju mánaðir síðani tann dystin. Vit hava síðani spælt móti Kosovo, Moldova og Norðurmakedónia. Vit hava greinað allar dystirnar og hyggja eftir teimum samlað, heldur enn at hyggja bara eftir dystinum í Kekkia, sigur Håkan Ericson.
Tá Håkan Ericson bleiv spurdur um alt prátið um dystin í Kekkia helt hann fyri, at tað eru nokk meira miðlarnir, sum tosa um tann dystin. Hann vísti eisini á, at seinast Føroyar spældu á Tórsvølli, so vunnu vit 2-1 móti Turkalandi. Hann vísur tó á, at tað er munur á til hendan dystin.
- Tá var nógv, sum spældi við okkum til dystin móti Turkalandi. Tað var ordiligt “føroyskt veður” og Turkaland hevði vunnið seg víðari í Nations League bólkinum. Nú møta vit Kekkia, sum ætlar sær víðari til EM-endaspælið og hevur brúk fyri stigunum, sigur Håkan Ericson.
Hann vissar føroyingar um, at hann trýr upp á ein sigur, men ávarar eisini um at Kekkia er eitt sterkt landsliðnum. Spurdur um málleysi javnleikurin hjá Kekkia í Moldova er eitt tekin um, at Føroyar hava ein kjans, vísur landsliðsvnenjari á Kekkia kann hava trupult við at skora og tað skulu vit útnytta.
EM-undankappingardysturin móti Kekkia verður í annaðkvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli.