Erling Haaland verður fagnaður av Andreas Schjelderup eftir at hava skotið bæði málini í 2-1 sigrinum á Brasil. Mynd: Al Bello/Ritzau Scanpix.

Haaland sendi Nor­eg í fjórð­ings­fin­al­una við sigri á Brasil

Erling Haaland var stóra hetjan, tá Noreg í kvøld vann 2-1 á Brasil og tryggjaði sær pláss í fjórðingsfinaluni í HM.

Erling Haaland verður fagnaður av Andreas Schjelderup eftir at hava skotið bæði málini í 2-1 sigrinum á Brasil. Mynd: Al Bello/Ritzau Scanpix.

Áleyparin úr Manchester City skoraði bæði norsku málini í dystarendanum og syrgdi fyri, at Noreg fyri fyrstu ferð síðani 1998 er komið so langt í HM.

Samstundis var tað 14. landsdysturin á rað, at Haaland fekk mál.

Í fjórðingsfinaluni bíðar vinnarin av dystinum millum Ongland og Meksiko.

Noreg helt seg hava fingið dreymabyrjan, tá Patrick Berg sendi returbóltin í málið eftir tríggjar minuttir, men málið varð kolldømt fyri rangstøðu.

Løtu seinni fekk Brasil brotsspark, men norski málverjin Ørjan Nyland bjargaði veika skotinum frá Bruno Guimarães.

Nyland hevði ein framúr dyst og hevði eisini fleiri stórbjargingar móti Vinícius Júnior.

Noreg hevði bóltin nógv, men hevði ilt við at skapa vandastøður, til liðið fór at spæla meira beinleiðis upp á Erling Haaland. Tað gav Martin Ødegaard nakrar góðar møguleikar, men brasilski málverjin Alisson Becker stóð væl í vegin.

Eftir steðgin hevði Noreg framvegis bóltin nógv, meðan Brasil skapti flestu málmøguleikarnar. Serliga Vinícius Júnior var vandamikil, og eftir ein tíma spældi hann innskifta Endrick leysan, men ungi áleyparin sendi bóltin framvið málinum.

Mitt í seinna hálvleiki sendi brasilski venjarin Carlo Ancelotti Neymar á vøllin í royndini at venda dystinum.

Men tað var Haaland, sum stjól sýningina.

Eftir norskt trýst stútaði hann eitt framúr innlegg í málið og legði Noreg á odda.

Stutt eftir hevði Nyland enn eina stórbjarging, og beint undan yvirtíðini avgjørdi Haaland dystin endaliga. Hann smekkaði bóltin í málið úr útjaðaranum av brotsteiginum til 2-0.

Brasil fekk brotsspark langt inni í yvirtíðini, og Neymar minkaði um munin til 2-1, men tað var ov seint.

Noreg vann sostatt 2-1 og er nú klárt til fjórðingsfinaluna, sum verður spæld í Miami 11. juli.

 

Ritzau/

 

Brasil-Noreg 1-2 (0-0)

0-1 Erling B. Haaland ('79 )

0-2 Erling B. Haaland ('90 )

1-2 Neymar, br. ('100)

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá minniliga norska sigrinum á Brasil. 

 

 

 

Erling Haaland verður fagnaður av Andreas Schjelderup eftir at hava skotið bæði málini í 2-1 sigrinum á Brasil. Mynd: Al Bello/Ritzau Scanpix.