Uppskotið er partur av samferðslupakkanum hjá landsstýrinum, har landsstýrið ætlar at loysa avbjóðingar á samferðsluøkinum.
– Tí verða í einum samferðslupakka bæði útreiðslur og fígging í hesum sambandi lagdar fyri Løgtingið, skrivar landsstýrismaðurin í viðmerkingum til uppskotið.
Hann sigur, at økta virksemið í Suðuroynni við øktum farmi hevur lagt trýst á Smyril. Samstundis vísir tað seg at vera bæði dýrt og avbjóðandi at fáa hóskandi avloysaraskip fyri Smyril, tá hann á heysti í 2022 skal í dokk. Tí er ætlanin at keypa eina avloysaraferju. Ferjan skal virka sum farmaskip til Suðuroyar og avloysaraskip fyri Smyril, tá hann skal í dokk. Mett verður, at tað kostar 32 mió.kr. at keypa ferjuna og klárgera hana. Árligi raksturin verður mettur at vera 23 mió. kr.
Samstundis verða farmagjøldini hækkað, so at 5 mió. kr. koma í meirinntøkum. Ætlanin er at keypa fraktferjuna longu í desember 2021 soleiðis, at hon er klár at fara í sigling fyrst í 2022.
– Fyri at fáa eina betri gagnnýtslu av undirsjóvartunlunum hevur verið neyðugt at gera tillagingar í ferðastuðlinum. Serstaki ferðastuðulin fyri ferðir gjøgnum undirsjóvartunlar verður avtikin og í staðin verða tunnilsfeløgini stuðlað beinleiðis, sigur landsstýrismaðurin.
– Í Eystur-og Sandoyartunlum verða verandi avsláttarskipanir betraðar, so at pendlarar og onnur, sum brúka tunlarnar nógv, fáa ein munandi lætta. Í Vága- og Norðoyatunlunum, sum báðir eru útgoldnir, skal tað verða ókeypis at koyra.
Fyri at fíggja hetta verða gjøldini á bensin, diesel og tungolju hækkað við 0,13 kr. fyri liturin, umframt at vegskatturin verður øktur við 300 krónum fyri hvørt akfar.
##med2##
Til at fíggja keyp av fraktferju og til at rinda veðhaldið fyri Eystur-og Sandoyartunlar er ætlanin at selja partabrøvini í feløgunum Smyril Line og Tjaldur. Roknað verður ikki við, at útreiðslurnar til veðhaldið í Eystur-og Sandoyartunlum verða afturvendandi. Landsstýrið hevur gjørt eina virðismeting av eigaraluti landsins í Smyril Line. Metingin er 79 mió. kr. Ongin virðismeting er gjørd av partabrøvunum í felagnum Tjaldur, men upphæddin er tann sama, sum er á fíggjarlógini fyri 2021.
##med3##
– Samferðslupakkin javnvigar í rakstri og hevur eitt avlop á 19 mió kr. tá ið keyp av fraktferju og veðhald til Eystur-og Sandoyartunlar eru trektar frá søluni av eigaraluti landsins í feløgunum Tjaldur og Smyril Line.
Hóast samferðslupakkin er samtyktur í Løgtinginum enn, so eru gjøldini fyri at koyra í Eysturoyartunlinum lækkað í dag.