Sambært galdandi fólkapensjónslóg, so verður pensjósaldurin ikki hækkaður upp á 70 ár fyrr enn tey, sum eru fødd eftir 1982 verða 70 ára gomul. Tað skal avgerast 5. hvørt ár, um pensjónsaldurin skal hækka, og hann kann í mesta lagi hækka eitt hálvt ár í senn, og tað skal gerast við 10 ára freist.
Men sambært uppskoti, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í dag hevur sent til hoyringar í dag, so hækkar pensjónsaldurin upp á 70 ár hjá fólki, sum eru fødd í 1972.
Grundgevingin fyri at hækka pensjónsaldurin so nógv skjótari, enn áður ætlað er, at betra um haldførið í føroyska búskapinum, skrivar Almenna- og mentamálaráðið í grundgevingunum fyri uppskotinum.
Við uppskotinum hækkar pensjónsaldurin stigvíst við 3 mánaðum um árið – fyrstu ferð í 2035. Í 2042 verður pensjónsaldurin 70 ár.
Uppskotið ásetir, at Løgtingið í 2030 skal taka støðu til pensjónsaldurin galdandi frá í fyrsta lagi 1. januar 2043.
Avgerðin skal verða grundað á gongdina í livialdrinum, og haldførisútlitini í føroyska búskapinum.
Soleiðis verður pensjónsladurin sambært uppskotinum.
67 ár: Tey sum eru fødd fyri 1. juli 1957
67,5 ár: Tey sum eru fødd millum 1. juli 1957 og 31. desember í 1962
68 ár: Tey sum eru fødd millum 1. januar 1963 og 31. desember í 1966
68 ár og 3 mánaðir: Tey sum eru fødd millum 1. januar í 1967 og 30. september í 1967
68,5 ár: Tey sum eru fødd millum 1. oktober 1967 til 30. juni 1968
68 ár og 9 mánaðir: Tey sum eru fødd millum 1. juli 1968 til 31. mars 1969
69 ár: Tey sum eru fødd millum 1. apríl 1969 til 31. desember 1969
69 ár og 3 mánaðir: Tey sum eru fødd millum 1. januar 1970 til 30. september 1970
69,5 ár: Tey sum eru fødd millum 1. oktober 1970 til 30. juni 1971
69 ár og 9 mánaðir: Tey sum eru fødd millum 1. juli 1971 til 31. mars 1972
70 ár: Tey sum eru fødd eftir 31. mars í 1972.