Í blaðnum í gjár fanst leiðarin á Ráðnum fyri ferðslutrygd, Jón Kragesteen, at nøkrum av ætlaðu broytingunum í ferðslulógini.
Serliga tók Jón fram, at eftir hansara tykki átti revsingin fyri ferðmikla koyring og rúsdrekkakoyring ikki at linkast.
Deyðstalið minkaði av lógarbroytingum
Ein av høvuðsgrundgevingunum fyri hesum eru ferðsluhagtølini, sum her á síðuni verða víst fyri seinastu 50 árini.
Av talvuni framgongur, at ferðsludeyðin í Føroyum var í hæddini seinast í 80?unum. At tey eftir hetta minkaðu í stórum eru tríggjar høvuðsorsøkir til.
Fyrsta er, at í 1986, tá ferðsludeyðatalið setti met, var lóg um tvungna nýtslu av bilbelti sett í gildi, og sæst beinan vegin, at ein minking kom eftir hetta.
Tvey ár seinni, í 1998, vóru tvinnar lógir settar í gildi á økinum. Nevnliga frádøming av koyrikortið við meira enn 0,8 promillu alkohol í blóðinum, og reglan um frádøming av koyrikoyrti, tá koyrt var meira enn 30 km/t oman fyri hægs loyvda ferðamark.
Í triðja lagi hevði búskaparkreppan eisini síni árin, við tað at talið av ungfólki í bili minkaði í stórum um hetta mundi, eins og náttarkoyringin minkaði munandi.
Seinastu árini hava vit tó aftur merkt eina búskaparliga framgongd, og hevur henda aftur viðført eina øking av bilatalinum og náttarkoyringini, men enn er talið av ferðsluvanlukkum so langt í frá komið á sama støði, sum undan teimum báðum lógarbroytingum, sum nevndar eru omanfyri.
Kann økjast aftur
Tískil er eisini væl skiljandi, at Jón nú er ímóti ætlanunum um at gera revsireglurnar á økinum linari.
Verða avleiðingarnar av hesum, at ferðsludeyðatalið aftur fer at nærkast stabbunum frá áttatiárunum, er talan um eina alt annað enn hugaliga gongd, og í øllum førum er hetta beint ímóti málsetninginum í sonevndu null-hugsjónini.
Í hesi verður serliga tosað um at minkað um harðligu koyringina. Ein partur av hesum arbeiði er m.a. at tað undir ongum umstøðum eigur at verða koyrt skjótari enn 30 km/t í økjum, har bilar og fólk hittast.
Partvíst verður hetta gjørt við lóggávu, og partvíst við einum broyttum vegakervið, sum ætlandi skal viðføra, at ferðin á ferðsluni minkar av sær sjálvum.
At vegakervið skal broytast krevur sjálvandi stórar íløgur, og tískil er ikki væntandi, at hetta verður gjørt eftir einum degi, sigur Jón Kragesteen. Hann leggur tó afturat, at hetta ikki gevur nakra grund til at loyva harðligari koyring, ella linka um revsingina fyri hesa.
Tað er nú soleiðis, at fólk eru bangin fyri at missa koyrikortið, meðan tey hinvegin ikki eru so bangin fyri at fáa eina bót, sum er áljóðandi nakrar hundrað krónur.
Tá talan er um treytaðan dóm, uppstendur vandin fyri frádøming ikki fyrr enn tú longu hevur framt eitt lógarbrot, og tá kann skaðin longu vera hendur.
Fleiri broytingar
Talan er annars, sum nevnt í gjár um fleiri ætlaðar broytingar í ferðslulógini. Umframt omanfyrinevndu broytingum í revsireglum, er talan um at økja hámarksferðina fyri lastbilar og bussar, tvungin nýtsla av koyriljósi eins og reglur skulu setast í gildi um, at børn undir 15 ára aldur skulu sita í trygdarfetli.
Jón leggur áherslu á, at hann er púra samdur í flestu av lógarbroytingunum, og at tað bert er linkanin í revsireglunum, sum býðjur honum ímóti.