Hákun skoraði sjey mál í heimasigri hjá Skanderborg-Århus

Við sigrinum vann Skanderborg-Århus seg fyribils upp á sjeynda plássi í bestu donsku hondbóltsdeildini

Góða gongdin hjá Hákuni West av Teigum í bestu donsku hondbóltsdeildini heldur fram. 

 

Hákun gjørdist í dag næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg Århus við sjey málum, tá hann og liðfelagarnir á heimavølli vunnu 30-28 á SønderjyskE.

 

Í fyrra hálvleiki var SønderjyskE omaná, og í steðginum var útiliðið á odda 18-15.

 

Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum javnaði Hákun til støðuna 28-28, og seinastu tveir minuttirnar eydnaðist tað heimaliðnum at tryggja sær sigurin við tveimum málum.

 

Skanderborg-Århus er nú nummar sjey í deildini við 14 stigum. Sera týðandi er at vinna seg millum átta tey fremstu liðini tá grundspælið er liðugt. Átta tey bestu liðini fara víðari til endaspælið. 

 

Týskvøldið spælir Skanderborg-Århus triðja dystin á rað á útivølli í EHF European League. Aguas Santas úr Portugal verður mótstøðuliðið hesaferð.