Hóskvøldið vann liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin stórsigur 38-29 (22-14) á Dinamo Bukarest í dysti í Champions League í Max Schmelling høllini í Berlin.
Men tað var tíverri uttan nakran nevniverdan leiklut til Hákun. 36 ára gamli kappingarneytin, Tobias Reichmann skoraði fýra mál upp á fýra málmøguleikar, og hann hevur higartil skotið 28 mál í Champions League hetta kappingarárið. Hákun hevur skotið fimm mál í Champions League hetta kappingarárið. Øll málini vóru skotin í 38-32 útisigrinum hjá Füchse Berlin móti Fredericia. Tobias Reichmann hevur fingið møguleikan hinar dystirnar.
Füchse Berlin er nummar fimm í bólki A við átta stigum fyri átta dystir. Ungarska liðið, Veszprem er fremst við 14 stigum.
Komandi hóskvøld klokkan 19.45 spælir Füchse Berlin dyst á útivølli móti franska PSG, ið er næstfremst í bólkinum við 12 stigum.
Longu sunnudagin klokkan 15.30 tekur Füchse Berlin móti Stuttgart í dysti í týsku bundesliguni.