Hákun var effektivur í heimasigri hjá Füchse Berlin

Hannover-Burgdorf og Flensburg-Handewitt vunnu eisini sínar dystir ígjár

Hákun West av Teigum tók av teimum møguleikunum hann fekk í dag, tá Füchse Berlin á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin vann 30-27 á Erlangen í bundesliguni eftir hálvleiksstøðuna 13-13.

 

Hákun fekk tríggjar málmøguleikar og hann skoraði upp á allar tríggjar.

 

Füchse Berlin er nummar fimm í bundesliguni við seks stigum fyri fýra dystir.

 

Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf vann ígjár 33-31 (16-16) á Göppingen á útivølli. Vilhelm var ikki millum málskjúttarnar. 

 

Hannover-Burgdorf er nummar fýra í deildini við seks stigum fyri fýra dystir. 

 

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt vann ígjár 30-25 (15-11) á Eisenach á útivølli. Jóhan var ikki millum málskjúttarnar.

 

Flensburg-Handewitt er fremst í deildini við átta stigum fyri fýra dystir.

 

THW Kiel sum framvegis manglar Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið er uttanfyri við skaða tapti ígjár 21-25 (8-15) fyri Melsungen á heimavølli.

 

Kiel er nummar 10 í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir.