Sunnudagin spældu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti Minden.
Füchse Berlin vann stórsigur 39-28. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 20-13.
Hákun var effektivur. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir. Mathias Gidsel gjørdi aftur vart við seg ígjár. Hann skoraði heili 12 mál upp á 12 málroyndir, umframt at leggja upp til trý mál.
Füchse Berlin er fjórðfremst í deildini við 26 stigum. Magdeburg er fremst við 33 stigum.
Triðja jóladag klokkan 18 verður dystur í Max Schmelling høllini, har Füchse Berlin tekur ímóti Göppingen.










