Halda føðingardag hjá Magnus Dam Jacobsen

Týsdagin eru 75 ár liðin, síðani rithøvundin Magnus Dam Jacobsen var føddur. Hetta kvøldið verður høvundin heiðraður á tiltaki í Havn.

Í sambandi við at rithøvundin Magnus Dam Jacobsen, sáli, hevði havt 75 ára føðingardag mtýsdagin 6. juli í ár, verður eitt heiðurskvøld hildið í Sjónleikarhúsinum í Havn týskvøldið kl. 20.00.

 

Skráin fyri kvøldið er hendan:

Tórshavnar Manskór: Tjarnareyga, Dýrd á vík og vág

Forlagið Exlibris Baia: Innleiðing

Sissal Kampmann: Rithøvundaskapur MDJs

Sjónleikarir: 17 yrkingar til tvørfloytu, Skitsur

Lív í Baianstovu og Kristina á Váli: Tjarnareyga, sangur, guitar, cello

Røðarar um og til Magnus

Farið Væl

 

Tiltakið er ókeypis, og tað er forlagið Exlibris Baia, sum skipar fyri.