Avgerðin hjá Tórshavnar Býráði um at leggja grótið, sum kemur úr Eysturoyartunlinum, stendur við.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn í dag
Hon vísir á, at tann 30 mai í fjør samtykti Vinnunevndin hjá býráðnum at taka ímóti grótinum, men ikki at rinda fyri flutningin og tann 31. oktober samtykti nevndin at taka ímóti grótinum og at leggja tað eystan fyri verandi vinnuøkið á Sundi.
Tað varð somuleiðis einmælt samtykt í Fíggjarnevndini hjá býráðnum tann 16. november og tað sama ger eitt samt býráð 30. nov.
– Meðan málið verður viðgjørt, átti Kaldbaksnevndin at verið hoyrd, staðfestir Annika Olsen.
Men tað var ikki, og hetta var stak óheppið fyri gongdina í málinum, ásannar borgarstjórin.
– Allir avvarðandi náttúrumyndugleikar tóku undir við Tórshavnar kommunu um at tað var ráðiligt at leggja grótið á Sundi og tískil stóð avgerðin hjá 30. november, við, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at Kommunan metir grótið vera eitt tilfeingi, ið kommunan kann brúka til skapa góðar vinnukarmar.
Kommunan skal skapa karmar fyri øllum sløgum av vinnulívi, eisini tí, ið er tengt at sjóvinnu, og á verandi havnaøki hava ikki tøkt pláss, sigur borgarstjórin
í kommununi.
Samstundis vísir hon á, at kommunan hevur fingið eina umsókn um at gera eitt alibrúk á nýggja vinnuøkinum.
– Kommunan skal vera tilreiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum og vera kappingarfør, tá ræður um eitt nú fiski- og sjóvinnu, leggur hon afturat.
Hon leggur Kommunan fer at rudda og skipa økið vestanfyri Sundsá betri.
Vinnunevndin hevur samtykt at varðveita Sundsá og partar av ósanum, umframt at malargrótið verður tikið upp, sigur Annika Olsen
Hon sigur eisini, at ætlanin er at leggja eitt uppskot fyri býráðið um at gera brúgv tvørtur um Sundsá.
Trýst HER og les meiri um, hvørja áskoðan, borgarstjórin í Havn hevur til málið