Umbering
? Tað, sum embætisfólkini í mentamálastýrinum segði, kundi ikki skiljast øðrvísi, enn, at tað var ein umbering.
Føroya Lærarafelag tvíheldur um, at embætisfólkið í Mentamálastýrinum hevur biðið um umbering fyri atburðin hjá Torbirni Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismanni, á tí tiltikna fundinum við leiðlsuna fyri Vestmanna Skúla, sum endaði við, at leiðslan rýmdi av fundi.
Eftir, at forkvinnan í Lærarafelagnum segði í samrøðu við Sosialin í farnu viku, at tey høvdu fingið umbering, hálvgun avsannaði leiðarin í Mentamálastýrinum fyri fólkaskúlan, Hensar Ellingsgard, tað í útvarpinum.
Sambært útvarpinum segði Hensar Ellingsgaard, at embætisfólkið hevði ásannað, at landsstýrismaðurin leyp framav, men eina umbering vildi hann ikki kalla tað.
Men hjá Lærarafelagnum er ongin ivi.
Elsa Birgitta Petersen sigur, at tey hava ikki bara fingið eina, men tvær umberingar frá embætisfólkunum í Mentamálstýrinum. Fyrra umbering kom á fundi millum Mentamálastýrið og Lærarafelagið. Seinna umberingin kom á fundi millum Mentamálastýrið, leiðsluna fyri Vestmanna Skúla og umboð fyri Lærarafelagið.
?Á teimum báðum fundunum fullu orðini hjá Hensar Elingsgaard soleiðis, at tey kunnu ikki skiljast øðrvísi, enn at talan var um eina umbering, sigur forkvinnan í Lærarafelagnum.
Sostatt hava bæði leiðslan fyri Vestmanna Skúla og Føroya Lærarafelag fingið umbering frá embætisfólkunum í Mentamálstýrinum.
Hionvegin heldur Torbjørn Jacobsen í samrøðu við Sosialin leygardagin, at at tað er ongin orsøk at biðja um umbering og at ongin skal biðja um umbering hansara vegna
?Tað havi eg onga viðmerking til, sigur forkvinnan í Lærarafelagnum.
Annars endurtekur Elsa Birgitta Petersen, at tað, sum hendi á fundinum ímillum Mentamálastýrið og Vestmannaskúla, hevur fingið tað til avleiðing, at fyribils skal Lærarafelagið vera hjástatt á øllum fundum millum umboð fyri føroyska fólkaskúlan og Mentamálastýrið.