Í ár er leypár, og tað hevur við sær, at fólk sum sum eru fødd 29. februar, aftur sleppa at halda veruligan føðingardag.
Soleiðis er eisini hjá teimum børnum, sum vórðu fødd 29. februar fyri fýra árum síðani, og tey sleppa sostatt at halda sín fyrsta rættiliga føðingardag í dag.
Ein av teimum er Sólvá Lávík, og foreldrini lova stóran føðingardag.
? Vit ætla at gera meira burtur úr hesaferð, og vit hava longu fingið pakkar sendandi frá familju, sigur Kaj Johannesen. Mamma Sólvu eitur Annika Lávík.
Sólvá hevur higartil hildið føðingdagin hjá sær 28. februar.
? Rættast hevði helst verið at hildið dagin 1. mars, men fyri at hon ikki skal villast í tveimum ymiskum mánaðum, so plaga vit halda dagin 28. februar, sigur Kaj.
Sól skein
Kaj sigur, at tey høvdu ikki lagt seg eftir at fáa barn júst 29. februar, men hann er ikki keddur av, at tað endaði við tí.
? Beint tá Sólvá kom í verðina, lat eg eitt vindeyga upp á Landssjúkrahúsinum og tók ein djúpan andadrátt. Tá lætti mjørkin akkurát, og sólin fór at skína. Tí kallaðu vit hana Sólvá, greiðir Kaj frá.
? Og so var kvotan fyri at uppkalla foreldur langt síðani brúkt, leggur hann afturat.
Sama kvøld, sum Sólvá var komin í verðina, skuldi Kaj spæla á konsert í Norðurlandahúsinum. Hann fór heim at sova eftir føðingina, og kom ov seint til konsertina. Men at fólk bíðaðu einar 10 minuttir eftir honum, legði stolti pápin ikki so nógv í.
Sólvá gongur í barnagarði Sankta Josefs, og har gongur eisini Heidi, sum somuleiðis fyllir 4 ár í dag, men sum fyrstu ferð rættiliga kann halda føðingardagin á rætta degnum.
Vit ynska teimum, og øllum hinum sum hava føðingardag í dag, tillukku við degnum.