Dalstunnil
Tað skerst ikki burtur, at vegurin ímillum Húsavík og Dal er ikki fyri ræðuskítar at koyra eftir, í hvussu so er ikki um veturin í kava og ísi.
Vegurin er høgdur inn í bergið. Hann er smalur og tað er høgt niðurfyri og tað loypur ofta oman á hann
Í nógv ár hevur tí verið tosað um at tað er neyðugt at gera tunnil ímillum Húsavík og Dal.
Higartil er tað kortini ikki blivið til stórt meiri enn tos!
Men næsta ár skal spónurin setast í.
Tað ætlar vinnunevndin hjá løgtinginum í øllum førum.
Nú fíggjarlógin fyri 2006 er til viðgerðar, hevur vinnunevndin sotatt mælt fíggjarnevndini og løgtinginum til at seta pening av til at fyrireika arbeiðið at gera tunnilin.
Í ár var eisini ein millión sett av til endamálið, men næsta ár ætlaði landsstýrið ikki, at ein króna skuldi brúkast til Dalstunnilin.
Men nú skjýtur vinnunevndin hjá løgtinfinum upp, at ein millión krónur verða settar av á fíggjarlógini næsta ár til at fyrireika arbeiðið at gera ein Dalstunnil, so at arbeiðið kann halda fram.
Tað er nú, fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, at vinnunevndin mælir til, at peningur eisini verður settur av til arbeiðið at fyrireika Dalstunnilin.
Tað er ein samd vinnunevnd, sum stendur aftanfyri tilmælið og formaðurin í nevndini. Hendrik Old, hevur tí rættiliga góðar vónir um, at tað verður fylgt.
Henrik Old sigur, at nakrar royndarboringar eru gjørdar, men at hetta er ein roynd at seta eina upphædd av til rendamálið, sum eitt sindur av arbeiðið kann gerast fyri.
Hetta er eisini fyri at vísa dalbingum og sandoyingum, at tað er gongd í málinum, leggur hann afturat.
Tað er ikki avgjørt, hvat peningurin skal brúkast til, men hann kann brúkast til vegagerðina í sambandi við tunnilin, ella til okkurt annað endamál, sum mett verður at tað er mest skilagott at brúka peningin til.
Hinvegin er samja ikki gjørd um, nær farið verður undir sjálvan tunnilin.
400-1050 metrar
Annars hevur Vinnumálaráðið upplýst fyri vinnunevndini, at enn er ikki greitt, hvussu vegirnir í sambandi við tunnilin verða lagdir, men arbeitt verður við tí.
Fyribils verður mett, at vegaføringin fer at vera einar 100 - 450 metrar Húsavíkarmegin og 300 - 600 metrar Dalsmegin, so tilsamans skulu ímillum 400 og 1050 metrar av vegi gerast í sambandi við tunnilin.
Verður vegagerðin gjørd so, at grót ikki fæst frá tunnilsgerðini, verður prísurin á vegnum einar 12.000 krónur fyri meturin. Men verður grótið tikið úr tunlinum, verður vegurin eitt sindur bíligari, tí so fer hann at kosta einar 10.000 krónur fyri meturin.
Sostatt sigur ein fyribils meting, at sjálvur vegurin í sambandi við tunnilin fer at kosta ímillum 4,8 milliónir krónur og 12,6 milliónir.