Tað er kostnaðarmikið at innflyta ross, og tí hevði tað verið ein stór hjálp, um gjaldið fyri at koma gjøgnum marknastøðina á Eystaru bryggju í Havn.
Hetta sigur Leif Berg, sum hevur Berg Hestar og javnan keypir ross úr Íslandi.
Áðrenn marknastaðin varð bygd, noyddust rossini at koma umvegis Danmark til Føroya, og av tí at rossafólkini hildu hetta vera ein ov langan túr fyri rossini, fóru rossafólk at streingja á at fáa bygd eina marknastøð í Tórshavnar havn.
Hetta var neyðugt, tí rossini skulu hava váttan frá djóralækna, áðrenn tey kunnu sleppa inn í landið. Frammanundan fingu tey hesa váttan á marknastøð í Danmark ella í Svøríki og kundi so flytast víðari til Føroya.
Støðin er ikki annað enn eitt lítið hús, sum stendur á bryggjuni, men tað kostaði kortini hálva millión krónur at fáa upp.
Dýrari í Føroyum
Gjaldið fyri at koma við einum rossi gjøgnum støðina, mvg og djóralæknaváttan er meira enn 6.000 krónur, og tað heldur Leif Berg vera ov nógv. Sama tænasta í Danmark kostar væl minni, sigur Leif Berg.
Keypsprísurin fyri rossið í Íslandi liggur millum 12.000 og 15.000 krónur umframt mvg. Keyparin má eisini gjalda fyri at flyta rossið til Seyðisfjarðar, og Smyril Line tekur 3.000 krónur fyri at flyta rossið til Føroya. Keyparin má sjálvur til Íslands eftir rossinum og má keypa sær ferðaseðil.
Tá ið rossið er komið inn í Føroyar, hevur tað kostað keyparanum millum 25.000 og 30.000 krónur.
- Tað hevði munað væl, um marknagjaldið ikki var so høgt, sigur Leif Berg.
Ov fá ross
Grundgevingin fyri høga gjaldinum er, at húsið skal avskrivast sum aðrar íløgur, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnadeild Tórshavnar býráðs.
Haraftrat koma útreiðslur til reinhald. Tað má gerast væl reint, hvørja ferð eitt ross hevur verið inni í húsinum.
- Tað kann ikki gerast bíligari, tí tað koma lutfalsliga fá ross til Føroya um árið. Høvdu fleiri ross komið, kundu vit tosa um at lækkað kostnaðin, sigur Jákup Simonsen.
Í fjør komu 28 ross úr Íslandi til Føroya.
Vinnumøguleikar
Leif Berg heldur, at tað má bera til at finna eina skipan, soleiðis at alt ikki gongur út uppá at gjalda íløguna aftur. Hann heldur, at tað átti at vra ein landsuppgáva at rikið eina marknastøð.
Haraftrat sær hann fleiri vinnumøguleikar í at innflyta ross.
- Vit kundu keypt tey úr Íslandi, vant tey her, og so selt tey av landinum aftur sum vand ross, sigur Leif Berg.
Hann leggur aftrat, at íslendingar kundu hugsað sær at útflutt ross gjøgnum Føroyar, men tað er eingin livandi møguleiki, tá ið marknagjaldið er so nógv hægri her enn í øðrum londum.
Leif Berg upplýsir, at hóast tað er betri fyri ross at flyta rossini til Føroya beinleiðis úr Íslandi, tí ferðin tekur bara 18 tímar. Verri er at skula flúgva ella sigla rissið til Danmarkar og víðari haðani til Føroya. Men summi gera tað framvegis, sigur hann.