Halda neyvt eyga við mpox-smittu

Heimsheilsustovnurin, WHO, lýsti fyrr í vikuni mpox, áður rópt apukoppar, sum eina alheims heilsukreppu.

Tíðindaskriv, Heilsustýrið:

 

Tað hendir í kjalarvørrinum á, at smitta nú breiðir seg til lond uttan fyri Afrika, eitt nú til Svøríkis, har ein tilburður varð staðfestur í vikuni.

WHO heitir tí á heimsins lond um at vera á varðhaldi og herja eftirlitið við mpox-smittuni, umframt at samstarva við at deila dátur fyri at fáa eina fatan av smittuspjaðingini.

 

Mpox er ein virussjúka, ið er tætt skyld við pokur, sum vóru útruddaðar í 1980. Tvey sløg av mpox hava í mong ár verið í Afrika. Klade I, sum er hin álvarsligara smittan, er í Miðafrika, og klade II í Vesturafrika. Smittutølini fyri báðar sjúkurnar eru í løtuni vaksandi, og er tað serliga støðan við klade I í Lýðveldinum Kongo, sum vekir stúran.

 

Í Føroyum er eingin tilburður av mpox staðfestur, og í Danmark eru nakrir fáir tilburðir av klade II staðfestir higartil í ár.

 

Heilsustýrið umsitur heilsutilbúgvingina í Føroyum og heldur í løtuni neyvt eyga við smittustøðuni, bæði í Føroyum og uttanlands. Heilsustýrið samstarvar tætt við eitt nú danska Serumstovnin, og tey meta, í samsvari við nýggjastu váðametingarnar hjá altjóða felagsskapum, at vandin fyri smittu við mpox framvegis er ógvuliga lítil í Danmark.